Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2020.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Ársins fyrstuhjálpari 2019 fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Betri letur.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Kross Føroya í seinasta lagi mikudagin 20. januar 2021 á heimasíðuni (https://redcross.fo/tilnevning/), á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.

Ársins Fyrstihjálpari 2020 verður tilnevndur mikudagin 3. februar 2021 kl. 15:00 hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo