Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í eini løgnari D&V-varping í gjárkvøldið, sóu vit ein hóp av politiskum hyklarum, líka frá fyrrverandi Poul til núverandi Høgna venda ta ónossligu ranguna út.

Teir gorraðu bara um pengar, og hvussu nógv man kundi avreiða Føroyar fyri við hesum grunnu spekulantum sum skammleysum alfonsum.

Allir vildu nú hava radar og renna á leistum fyri USA uttanum Danmark.

Allur neutralitetur og bumbuvandi var heilt gloymdur ella burtur.

Bara Danmark ikki slapp uppí prostitutiónina, skuldi USA fáa fríar hendur afturfyri pengar.

Einki mótmæli meira, bara man kundi selja og prostituera seg uttanum Danmark, so gjørdi radarin knappliga einki fortreð.

Hesir ovurgrádigu menn vóru allir til salg, bara prísurin var nóg høgur.

Tað ráddi bara um at selja seg fyri amerikanskar havnir, pengar og proviant.

Hvar bleiv idealisman av?

Skuldu Føroyar ikki halda seg óheftan og uttanfyri alt stríð millum militerar Stórmaktir?

Nei, nær hasir selja seg, er bara ein spurningur um ein beskednan prís.

Vit pakka vøruna ella skendsilin væl inn og kalla tað diplomatiska neyðareggið fyri "føroyska framleiðslu"!

Alt snýr seg um at selja føðilandið uttanum Danmark.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo