Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Trongdin til undirhalds hjá forkelaðum forbrúkarum í yvirflóðar-samfeløgum er ómettilig, og verður hon so harafturat kombinerað við spæl og vedding, kann hon eisini blíva ruinerandi fyri summi fólk, sonevndar ludomanar.

Tá ið eg kom til Danmarkar fyri nógvum árum síðani, var alt spæl ella happadráttur undir sterkum almennum eftirliti, so ludomant orienteraði fólk ikki sluppu at spæla seg heilt á ørmundarhús.

Tað var avmarkað, hvussu illa fólk kundu fara av at spæla Klassalottarí, Bingo ella standa i Tivoli-roulettum við rættiliga lágum innskoti (oftast undir eina krónu í senn).

Tey múgvandi høvdu sjálvandi høvi at fara til hestaveddingar í Klampenborg, men har sluppu fáir ludomanar framat.

Man hevði eisini luksus-casino, har fólk kundu oyða nógvar pengar í roulettu. Loyndarklubbar vóru, har fólk lótu seg freista av stuttfreisataðum vinningi í kortspæli.

Men politivaldið hevði eyguni við hesum farliga spæli.

Men so fingu vit so við og við ta idiotisku liberaliseringina av øllum samfelagnum, soleiðis at disponeraði fólk kundu freistast beinleiðis á hvørjum gøtuhorni.

Politiið slapp undan eftirliti við hesum socialt og fíggjarliga oyðandi aktiviteti og fekk eisini heilt aðrar uppgávur, so sum td. at ansa eftir fótbólts-áskoðarum, sum ikki kundu uppføra seg normalt.

So kom fótbóltstippingin og brævdúgvukappingar, fyri ikki at nevna hunda-kapprenning.

Fólk veddaðu um næstan alt, har tjansirnir fyri at vinna ofta vóru minimalir.

Seinni kom tað altdominerandi Lotto, sum kundi spælast tvørtur um landamørk.

Men forlystilsissjúka hevur eingi mørk, so tað er bara fantasiin, sum setir mark fyri, hvat man kann vedda um.

Tað síðsta, sum eg havi sæð, er kortini næstan perverst; tað er vedding um, nær ein høna kukkar.

Eg kom síðsta vikuskifti framvið eini stórari mannfjøld í tí skikkiliga Haslev, har gorrandi fólk stóðu og stardu inn í eitt avstikað øki við 36 flísum, har ein prúð yvirvaksin høna gekk aftur og fram, meðan fólk alsamt góvu henni at eta.

Hvør veddari keypti sær eina ella fleiri nummereraðar flísar, og so ráddi um, at hønan kukkaði á akkurát teirra flís.

Fólk róptu og skrálaðu á ta forvirraðu hønuna og eggjaðu henni at nærkast akkurát teirra flís, næstu ferð hon skuldi sleppa sær av við síni tø.

Tað er møguligt, at hetta er blivið vanligt aðrastaðni eisini, men eg havi so ikki sæð tað fyrr enn fyri eini viku síðani í Haslev.

Hopi ikki, at føroyingar nakrantíð vera so steinørir, at teir fara at taka við hesum stupida siði.

Fleiri fólk náddu at brúka tætt við 1000 kr. uppá hesa fækalu vedding, og hønan varð so yvirfóðrað, at tað minti um djóraplágu.

METT fólk skullu hava UNDIRHALD fyri einhvønn PRÍS!

Tað vóru ikki bara yngri fólk, sum veddaðu; fleiri av teimum trokandi áskoðarunum vóru heilt tilkomin fólk, sum "stuttleikaðu" sær óført afturvið veddingini.

Allarhelst hevur onkur kommunalur embætismaður givið "loyvi" til hetta pubertila stuttleika-tiltakið, sum kanska fer at producera onkran seinni ludoman.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo