Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Høvdið á Ólavi kongi, sum vit skrivaðu um fyrr í dag var burturblivið úr Kirkjubømúrinum, er komið undan kavi aftur í øllum góðum. Tað er á Tjóðsavninum.

- Fólk frá okkum vóru í múrinum í arbeiðsørindum, og sóu tá at høvdið, sum áður er límað uppá pláss, tí tað var niðurdottið, aftur var dottið av. Tað verður nú fyrireikað til at seta upp á pláss enn einaferð, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum.

Spurdur um tað ikki er ov nógv tilvildin sum ræður, tá slíkt kann henda, sigur Herleif Hammer, at tað sjálvandi er ein tanki.

- Høvdið stendur so lágt, at tað nærum ber til at nerta við tað. Hetta er okkara fremsta fornminni, og vit skulu ansa væl eftir múrinum, sigur Herleif Hammer.

Hann vísir á, at nógv orka seinastu árini er brúkt uppá at varðveita múrin, og nógv er eisini eftir at gera.

- Vit umhugsa at leggja eitt gólv í, har fólk ganga. Eisini hevur verið tosað um, hvørt partar av múrinum áttu at verið avbyrgdir, so almenningurin ikki hevur atgongd til alt. Men so er tað aftur spurningurin um upplivilsi, tú fært, tá tú ert inni í múrinum, sigur Herleif Hammer.

Múrurin í Kirkjubø er frá fyrst í 1300 talinum.

 

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo