Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti í kvøld nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, sum fevnir um árini 2022 til 2026. Grundtankin í ferðavinnupolitikkinum er, at lokalur trivnaður og ferðavinna ganga hond í hond.

Ferðavinnupolitikkurin hevur heitið, “Fólk og ferðavinna lið um lið”, og fevnir um tilsamans 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. Kjarnin í politikkinum er, at tað fyrst og fremst skal vera gott at búgva í Tórshavnar kommunu, og at kommunan altíð skal stremba eftir, at lokali trivnaðurin og ferðavinnan ganga hond í hond.

Vinnuferðandi og ítróttur
Árøkini eru býtt í tríggjar høvuðspartar.

Fyrsti parturin eru átøk, sum miða eftir at skapa javnvág millum búgvandi og vitjandi. Kommunan skal m.a. leggja seg eftir at fáa fleiri vinnuferðandi og altjóða ítróttartiltøk hendanvegin, tí hesir ferðavinnubólkar kasta lutfalsliga nógv av sær.

Neyðugt er at skipa fleiri ferðavinnuútbúgvingar í høvuðsstaðnum, samskiftið millum kommunu og ferðavinnu skal styrkjast, útvegast mugu neyvari ferðavinnuhagtøl, og hjúklast skal um bygdirnar og smærru ferðavinnuaktørarnar í kommununi.

Kveikjandi mentan
Annar parturin er um at skapa góðar karmar um eitt kveikjandi mentanarlív, sum bæði gagnar borgarunum og dregur ferðandi at sær.

Millum átøkini her eru, at Tórshavnar kommuna skal stremba eftir at gerast evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030. Hetta fer at geva listaumhvørvinum spennandi avbjóðingar og ger bæði Havnina og Føroyar sum heild til eitt áhugavert ferðamál. Eisini skal kommunan stuðla Koltursætlanini og sostatt vera við til at menna gransking og ferðavinnu í oynni.

Grønari ferðamál
Í triðja parti eru átøk, sum skulu gera høvuðsstaðin til eitt grønari ferðamál. Til dømis skal meira ferð setast á grøna orkuskiftið í kommununi, og gistingarhús og matstovur skulu eggjast til at fáa sær sertifisering fyri burðardygd. Kampingplássið skal leggja um til grøna orku, og kommunan skal útvega tjaldingarøki, sum hóskar serliga væl til barnafamiljur.

Ein arbeiðsbólkur hevur síðan í heyst arbeitt við ferðavinnupolitikkinum. Við støði í m.a. samrøðum og fundum við borgarar, vinnulív, staðbundnar nevndir og onnur hevur bólkurin orðað ferðavinnupolitikkin og átøkini, sum eiga at verða framd árini 2022-2026.

Skapar lív og inntøkur
- Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri høvuðsstaðin. Hon er við til at skapa lív og trivnað og gevur góðar inntøkumøguleikar hjá bæði smáum og stórum vinnurekandi kring um í allari kommununi.

- Við nýggja ferðavinnupolitikkinum hava vit eitt gott amboð at skapa bestu karmar um ferðavinnuna, soleiðis at hon kann vera til enn størri gagn hjá vinnurekandi og borgarum sum heild, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo