Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna: Andrias Høgenni er millum virknastu filmsleikstjórar í landinum. Fyrr í ár vann hann Geytan fyri stuttu kykmyndina ”Ikki illa meint.” Runavíkar kommuna var høvuðsstuðul til Geyta-virðislønina í ár. Í hesum døgum er Andrias í Cannes, nú Semaine de la Critique stevnan verður hildin í býnum. Hann hevði kykmyndina, sum vann Geytan, við sær til Fraklands, og nú frættist at Høgenni hevur skrivað søgu, tá ið hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð hevur vunnið Canal+ virðislønina fyri bestu stuttu kykmyndina á stevnuni, sum man vera hin mest gitna av sínum slagi í heiminum.

Hendan kykmyndin hjá Andriasi, sum hevur vunnið tvær heiðurslønir í ár, snýr seg í høvuðsheitum um tvær føroyskar vinkonur, Maritu og Elinborg, sum av tilvild hittast í Føtex í Keypmannahavn. Tær spjalla saman sum vant, men alt gongst ikki sum væntað, eftir at fleiri fólk gerast partur av samveruni í búfelagsskapinum við Oyrarsund. Í gjárkvøldið skrivaði Høgenni soleiðis á Facebook: ” We won!!!

Our short film "Ikki illa meint" has won the Canal+ Award at Semaine de la Critique - Cannes. Thank you to the entire crew and everyone who has supported our weird little film!”

Runavíkar kommuna og Høgenni hava í longri tíð samskift um eina kykmyndaverkætlan. Høgenni hevur ítøkiliga ætlan um at fara undir at framleiða ein spælifilm, ið skal takast upp í kommununi. M.a. verða Glyvra kirkja og Skótahúsið við Løkin pallar í kykmyndini. Á fíggjarætlanini fyri 2019 hevur kommunan játtað 250 túsund krónur til ætlanina og í umbúna er at lata somu upphædd í 2020. Heiðurin í Cannes fer ivaleyst at gera tað munandi lættari at seta spónin í greytin á Glyvrum og í Runavík, nú filmsleikstjórin er vorðin eitt ”navn” í altjóða filmshøpi.

Hjartaliga til lukku við Canal + virðislønini Andrias Høgenni.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo