Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi.

Høgni - og bróðirin Rógvi - hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki - Rilton Cup.

Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við - eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar.

Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva.

Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.

Høgni Egilstoft Nielsen gjørdi hol í sjógvin í føroyskari telving í 2014, tá ið hann sum 16 ára gamal vann hvørt talv í meistarabólkinum í árligu FM-kappingini, og gjørdist yngsti føroyameistari nakrantíð.

Kravið fyri at gerast altjóða meistari er, at tú fær tríggjar IM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2400.

Fyri kappingina í Svøríki var styrkitalið hjá Høgna 2262, men við góða úrslitinum í Svøríki hækkar talið samsvarandi.

Fleiri føroyskir telvarar hava IM-normar, men bara tveir - John Rødgård og John Arni Nilssen - eru altjóða meistarar.

Helgi Dam Ziska gjørdist í 2007 triði altjóða meistarin í Føroyum, men hann er sum kunnugt síðani vorðin stórmeistari.

Høgni Egilstoft Nielsen er sonur Torkil Nielsen, sum var føroyameistari í talvi tríggjar ferðir í síni tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo