Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í føroyskum politikki hava vit nú fingið eitt hugtak, ið eitur hollendska samgongan.

Hollendska samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Hollendska samgongan, sum avreiddi meginpartin av ogn Føroya fólks til útlendingar.

Hollendska samgongan, ið ætlar at halda fram at avreiða alt til útlendingar og nøkur fá í Føroyum.

Á henda hátt er hollendska samgongan við til at gera føroyingar til gestir í egnum landi. Skjótt mugu vit spyrja útlendskar fyritøkur hvussu vit kunnu liva í Føroyum. Tað er ikki í lagi.

Vit í Løgtinginum skulu tæna Føroyum og øllum Føroya fólki. Tað eru bara vit í Føroyum, ið kunnu tæna føroyskum áhugamálum. Løgmaður sigur í løgmansrøðuni “Vit skulu sjálvandi røkja okkara egnu áhugamál. Tí er neyðugt at beina burtur allar uttanríkispolitiskar forðingar í viðurskiftunum við Danmark.”

Eg fegnist um, at løgmaður nú sær, at ríkisfelagsskapurin er eitt haft um beinið. Tí vit mugu ásanna, at tað eru bara vit, ið kunnu røkja okkara egnu áhugamál. Danir fara ongantíð at røkja okkara áhugamál, danir fara altíð at verja síni egnu áhugamál. Vit hava sæð fleiri dømi, m.a., tá Danmark saman við ES boykottaði Føroyar.

Tað kann ikki vera rætt, at Føroyar skulu spyrja ein danskan forsætisráðharra, hvussu vit skulu stýra í Føroyum.

Vit hava fleiri ferðir seinasta árið hoyrt løgmann siga, at hann hevur viðgjørt eitthvørt við danska forsætisráðharran, at hann hevur spurt danska forsætisráðharran um eitthvørt. Og soleiðis er eisini í hesi løgmansrøðuni.

Løgmaður sigur, at hann hevur samskift við danska forsætisráðharran, og at tey í felag fara at fyrireika nýggju lóggávuna, sum skal seta teimum, ið veita 5G, treytir. Men hví skal danski forsætisráðharrin blandast uppí hetta? Ja, vit skulu seta treytir, men tað eru Føroya landsstýrið og Føroya Løgting, ið skulu seta hesar treytir, ikki ein danskur forsætisráðharri.

Løgmaður nevnir gerðandishetjurnar, og tað er gleðiligt. Tí gerðandishetjurnar hava verið nógvar í korona-tíðini. Reyði Krossur og aðrir sjálvbodnir felagsskapir gjørdu stórt arbeiði.

Men eisini fólk á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum –tey, ið sita við kassan í matvøruhandlum, tey, ið arbeiða á Heilsufrøðiligu, tey í heilsuverkinum, tey á eldraøkinum, osfr.

Men júst hesi starvsfólk eru tey somu, sum nú verða biðin um at vísa hógv og ikki krevja meira í løn.

Samgongan hevur biðið Starvsmannafelagið um at strika eina avtalaða lønarhækking, henda var milllum annað til teirra, ið arbeiða á Heilsufrøðiligu,hon er millum annað til læknaskrivarar, ja-hon er til fleiri, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði undir koronu-tíðini.

Sjúkrasystrarar skulu skjótt hava nýggjan sáttmála. Skulu tær so heldur ikki krevja meira í løn, hóast tær hava staðið á odda undir koronu-tíðini?

Vit skulu minnast til, at júst hesir lønarbólkar eru teir somu, sum at kalla ongan flatskatt fingu.

Vit hava ikki tørv á einari hollendskari samgongu. Vit hava tørv á einari samgongu, sum arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, vit hava tørv á einari samgongu, sum arbeiðir fyri Føroya fólk. Takk fyri.

Beinta Løwe,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo