Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talan er um vøruna Hånd Desinfektion – Refill, PR nr.: 4263343, sum eisini er seld í Føroyum.

Talan er um vøruna Hånd Desinfektion – Refill, PR nr.: 4263343, sum eisini er seld í Føroyum.

Donsku umhvørvismyndugleikarnir hava gjørt av at áleggja fyritøkuni Nowocoat at taka aftur vøruna "hånd desinfektion Refill", tí tað kann ikki prógvast, at vøran ger tað sum sagt verður í vørulýsingini.

 

Talan er um 5 liturs dunkar, og hesir eru eisini seldir í Føroyum av fyritøkuni KBI í Klaksvík.

 

- Hetta er nýtt fyri mær. Eg má kanna málið nærri og so vita, hvussu vit skulu gera, sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri, við VP.

 

Hann dugir í løtuni ikki at siga, hvussu nógv er selt av vøruni í Føroyum.

 

Jyllandsposturin skrivaði hósdagin, at í Danmark er talan um nógvar túsund litrar, sum eru seldir í Danmark. Eitt nú hevur Keypmannahavnar kommuna keypt 2.400 litrar at brúka á sínum stovnum. Dagin eftir kallaði Miljøstyrelsen vøruna aftur.

 

Tað hevur ikki borið til at fingið upplýst, hvør í Føroyum hevur keypt vøruna, men VP veit um handlar, sum hava vøruna standandi við inngongdina, til kundarnar at brúka. Nevnast kann, at vætan ikki luktar av spritti, sum vørur av hesum slagnum oftast gera.

 

Talan er ítøkiliga um vøruna Hånd Desinfektion – Refill, PR nr.: 4263343, sum eisini er vøran ið er seld í Føroyum.

 

Talan er um vøruna Hånd Desinfektion – Refill, PR nr.: 4263343, sum eisini er seld í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo