Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MYND: VP

MYND: VP

MYND: VP

HOPP Tórshavn: Í dag letur nýggj tænasta upp fyri havnarborgarum og øðrum, ið ferðast í havnargøtum. Tað eru eyðkendu el-rennihjólini, ið seinastu árini eru vorðin partur av býarmyndini í stórbýum kring okkum.

Íslendski veitarin Hopp stendur aftanfyri tænastuna. Hjá Hopp er altíð talan um sonevnt franchise, har lokalar kreftir reka tænastuna sum loyvishavarar. Hetta tryggjar at atlit vera tikin til býin, og at tænastan er so góð fyri brúkaran sum til ber.  

Í Føroyum er tað Ebbi Asgeirsson, ið er loyvishavari, og fer at reka fyritøkuna. Í hesum sambandi eru 50 akfør komin í havnargøtur.

Havnin er tíggjundi býurin, har Hopp veitir el-rennihjól bíliga og ómaksleyst til leigu. Fyritøkan hevur við góðari eydnu, veitt tænastuna í býum sum Reykjavík, Akureyri, Egilsstøðum og Costa Blanca. Í næstum verður Hopp eisini at finna í Miami, umframt býum í Kosovo og Rumenia.

Hopp man vera eitt tað størsta frambrotið í umleggingini til grøna orku í ferðsluni í Føroyum. Rennihjólini vera el-drivin, eins og bilarnir, ið viðlíkahalda tey, eisini eru el-drivnir.

Hetta kann lætta munandi um ferðsluna í miðbýnum, og kann saman við bussunum vera eitt veruligt alternativ til bilin.

Akførini hava hámarksferð á 25 km/t, og eru sera vælegnað til styttri túrar. Hvørt akfar kann koyra 45 km fyri hvørja løðing. Hopp Tórshavn hevur støðugt eftirlit og heintar akførini inn til løðingar og viðlíkahald, tá tørvur er á tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo