Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ongin orsøk er hjá sambandsumboðnum i Tórshavnar býráð at óttast ella at leypa ótta á havnaborgarar um fíggjarstøðuna hjá Tórshavnar kommunu, tí búskapurin og fíggjarstøðan er í góðum hondum, og ongantíð hava vit verið betri bjálvað enn just nú.

Hesi 4 árini, hetta býráðið hevur sitið, er øll skuldin hjá kommununi goldin niður, og Tórshavnar kommuna er í dag skuldarfrí.

Og meðan vit hava goldið skuldina niður, hava vit bygt kommununa munandi út.

Fyri at taka nøkur fá dømi úr rúgvuni, kunnu vit nevna:

- nýggjan fólkaskúla á Fløtum fyri 400 miljónir
- nýggjan Musikkskúla fyri 100 miljónir
- vegagerð í Marknagili til skúlarnar fyri 60 miljónir
- dagsstovnur Vesturi á Flat fyri 40 miljónir
- umlættingardepil fyri 97 miljónir
- Demensdepil fyri 33 miljónir og
- Vesturskýlið við Tórsvøll fyri 60 miljónir.

Allar hesar íløgur hava vit fíggjað uttan at taka eina krónu í láni.

Tórshavnar kommuna hevur ongantíð verið so væl fyri fíggjarliga sum just nú, og ongantíð hevur fólkavøksturin verið størri. Hesi seinastu árini hava vit havt ein søguligan inntøkuvøkstu, og fólkatalið er vaksið meiri hetta 4-ára skeiðið enn tey 12 árini frammanundan.

1500 nýggir borgarar í kommununi seta sjálvsagt krøv um økta tænastu, og tað vilja vit fegin veita teimum, umframt at tað alsamt er neyðugt at útvega grundleggjandi vælferðartænastur og tilboð.

Sambært sambandsumboðnum skulu skerjast 10 mió. í fyrisiting. 

Tað hevði ført til hópuppsagnir í Tórshavnar kommunu og lækkað tænastustøðið munandi.

Í verandi støðu er fyrisitingin ovbyrðað av rúgvismiklum byggmálum tí vøksturin av málum er søguliga stórur.

Hetta arbeiða vit alsamt við at minka og seta eyka kreftir inn nú, fyri at fáa málini avgreidd.

Men við Sambandsflokkinum við leiðsluni á Vaglinum, kunnu vit vænta hópuppsagnir umframt ein langhyl, sum skal útsetast ella í ringasta føri vrakast.

Nei. Lat okkum køva hetta svartskygni og halda góðu bjørtu  gongdina og fáa bygt kommununa út á øllum økjum, uttan at skerja tænastur og tilboð.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo