Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

í sambandi við at Hósvíkar kirkja verður vígd og tikin í nýtslu aftur verður hátíðargudstænasta 3. sunnudag í advent 11. desember 2016 kl. 11.00. Jógvan Fríðriksson, biskupur, vígir, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, prædikar.

Eftir hátíðargudstænastuna verður døgurði í bygdarhúsinum í Hósvík, har øll eru boðin við.

Og um kvøldið kl. 17.00 verður gudstænasta við altargongd. Maria Jørðdal Niclasen, Marjun í Kálvalíð og Emil Olsen eru liturgar.

Eftir gudstænastuna verður drekkamunnur í bygdarhúsinum, har øll eru boðin við. Hetta skriva Sunda kommuna og Fólkakirkjan á teirra heimasíðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo