Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tann 1. juli letur Hotel Brandan dyrnar upp og fer at taka ímóti gestum.

- Vit eru sera spent at sleppa at veita okkara gestum bestu tænastu, og vit fegnast um bókingarnar, sum nú koma inn, sigur Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri.

Á hotellinum vóru tey annars til reiðar at taka ímóti mongum gestum tann 1. mai, men tað varð útsett, tí koronasmittan bar við sær, at byggiarbeiðið varð seinkað, og ferðafólk í hópatali avlýstu ferðina til Føroya.

Hotel Brandan er eitt grønt fýrastjørnað hotel á Oknarvegnum í Havn við 124 kømurum, fýra fundarhølum, matstovu, venjingarhøli, sauna og heitum pottum.

Hotel Brandan hevur hópin av tilboðum til bæði føroyingar og útlendingar - eisini til teirra, sum ikki skulu gista har. Á hotellinum er ein kafé, sum hevur opið hvønn dag fyri øllum, og hvørt leygarkvøld frá 11. juli verður eisini skipað fyri grillkvøldi á hotellinum, sum bæði gistandi á hotellinum og onnur kunnu bíleggja. Grilløkið er ein sosialur miðdepil á hotellinum, har sjógæti, kjøt og grønmeti verður lagt á grilluna.

27. juni verður Hotel Brandan alment tikið í nýtslu, og tá eru øll hjartaliga vælkomin framvið at síggja hotellið og til ein drekkamunn. Tiltakið verður lýst seinni í mánaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo