Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Fólk hava vent sær til VP sum vóru við flogfarinum hjá Atlantic Airways heim úr París fríggjakvøldið.

Tá flogfarið skuldi seta seg í Vágum kom ein hvirla sum gjørdi, at manningin valdi at bróta innflúgvingina av og fara til Bergen har steðgað var til næsta morgun. VP frættir, at talan skal hava verið um eina ótespiliga uppliving, serliga hjá teimum sum ikki dáma at flúgva.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur við VP, at hetta als ikki er nakað mál hjá teimum.

- Hvirlur eru ikki nakað óvanligt fyribrigdi hjá okkum, sigur Jóhanna á Bergi, sum vissar um, at ongin vandi var á ferð. - Um tað var tilfeldið, so hevði hetta verið eitt mál á mínum borði, men tað er tað ikki, sigur Jóhanna á Bergi.

Upptøkur frá flightradar24.com vísa, at hæddin var um 450 metrar, og ferðin um 120 míl tá avgjørt varð at bróta innflúgvingina av og fara til Bergen.

Flogfarið úr Keypmannahavn setti seg nakað seinni sama kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo