Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv hugskot eru komin í ljósmála, um hvat ið vera skal í Hoydølum í komandi tíðum. Alt gott um tað, men hjá mær og ivaleyst mongum, sum í síni tíð starvaðust á Føroya Studentaskúla, eru tað aðrar hugsanir, sum eru fremri í huganum. Skúlin, sum í stívliga hálva øld helt til í vakra umhvørvinum í Hoydølum, er ikki meira. Ikki bara er hann sum stovnur horvin í konglomeratinum Glasir, men hann er til innihald eisini burtur, í besta føri bara ein kámur skuggi av tí, sum var.

Tað er stórt spell, ja beinleiðis ein stór skandala.

Tað var ikki annað enn rímiligt, at tey, sum í síni tíð talaðu fyri samanlegging og teimum broytingum (oftast eftir danskari fyrimynd), sum beindu fyri skúlanum, nú sluppu at verja seg við eina almenna hoyring. Men frá teimum hoyrist ikki eitt kis.

Føroya Studentaskúli hevur havt ómetaligan týdning fyri menningina í hesum landi, týdning, sum hann í veruleikanum ongantíð rættiliga hevur fingið uppiborna viðurkenning fyri.

Mín kongstanki var, at nýggjur studentaskúli skuldi verðið reistur í Hoydølum. Skrivaði á sinni eitt íkast um tað. Hetta hevði borið væl til, eisini soleiðis at ein nýggjur skúli nervaði umhvørvið minni enn tað, sum síðan er bygt í dalinum. Tá hevði eisini verið møguleiki fyri, at skúlin kundi havt varðveitt sín samleika, sum hann nú hevur mist, serliga um politikararnir samstundis høvdu havt dirvi at avmarka tilgongdina til tey, sum høvdu hug og evni at taka ímóti tí, hann hevði at bjóða.

Men farið er farið, og ikki nyttar at gráta um spilta mjólk. Eg havi kortini hoyrt onkra rødd tala fyri at endurreisa skúlan, sum var, tí landinum tørvar slíkan skúla. Tað er tó ikki sum at siga tað, at endurskapa slíka siðvenju, sum nú er mist. Okkum tørvar ein skúla sum kann geva bókliga gávaðum ungdómi eina dygga almenna grundútbúgving, sum kann vera grundarlag undir víðari útbúgving. Til tess ikki at verða misskiltur er helst neyðugt her at gera vart við, at eingin niðurgering av handaligum útbúgvingum er í hesum. Tvørturímóti. Hóast vit eru fáment, er okkara ungdómur líka ymiskur til evni og áhuga sum í stórum londum.

Sjálvur eri eg soleiðis samansettur, at tað er ein lívstreyt at sleppa at skapa við hondunum.

Í 1997 fylti skúlin 60 ár. Skúlamálaráðharrin Eilif Samuelsen møtti upp at ynskja til lukku. Í røðuni, sum hann helt, segði hann, at útbyggingarætlanirnar í Hoydølum vóru sleptar. Nú skuldi byggjast ein nýggjur skúli, sum skuldi staðsetast við Gundadal (í Meksiko). Tað var óluksáligt spell, at henda ætlanin ikki varð framd í verki. Tá høvdu allir ítróttahentleikar, rennibreyt og svimjihøll verið beint við hurðina. Og ungdómar kundu fylt ein steindeyðan miðbý í frítímum. Tann staðsetingin hevði verið fyrimyndarlig.

Ein danskur bókmentaummælari var her til ein rundan føðingardag. Hann gekk í viðarlundini í Havn og leitaði eftir Listaskálanum. Tá fekk hann eyga á prýðiliga bygningin á herðini eystanfyri. Hann legði tí kósina niðan tann vegin. Í Weekendavísini staðfesti hann seinni turrisliga: “og så var det en bank!”. Gløgt er gestsins eyga, plaga vit at siga.

Aðrar staðsetingar kunnu tíverri heldur ikki sigast at hava verið fyrimyndarligar. Miðnámsskúlin í Eysturoy varð reistur á Kambsdali, ´in the middle of nowhere´. Staðsetingin var høpisleys. Tann skúlin skuldi sjálvandi staðið í Runavík ella í Klaksvík, har sum fólk býr. Harafturat varð skorið av hæli og og høgt av tóm, so at nógv ár gingu til sigast kundi, at nú var skúlin liðugur.

Tá ið farast skuldi undir miðnámsskúlan í Suðuroy varð grivið út í Vági, men politiskt klandur elvdi til, at skúlin endaði millum gæsnar í Hovi. Aftur ein høpisleys staðseting, og harafturat gjørdist henda skúlabyggingin ein rættilig byggigøla. Varð brúkt vanligt vit og skil, varð skúlin bygdur annaðhvørt í Vági ella á Tvøroyri.

Størsta byggigølan av øllum var kortini Glasir. At lata ein kendan danskan arkitekt, sum hevur dusað sær við spennandi projektum um allan heim, sleppa at eksperimentera við einari stórari føroyskari skúlabygging, var ørskapur. Serliga tá ið hugsað verður um, at føroysk byggifyritøka bjóðaði sær til at byggja skúlan fyri upprunaligu upphæddina, 391 mio. Tá høvdu vit fingið ein kanska ikki so vakran bygning, men ein funktionellan skúla, sum tað bar til at útbyggja eftir tørvi. Heldur ikki her var staðsetingin fyrimyndarlig. Tað er ið hvussu so er langt til allar ítróttahentleikarnar í Gundadali.

Staðsetingin av skúlanum í Hoydølum var í veruleikanum kanska heldur ikki fyrimyndarlig. Tá ið nýtt landssjúkrahús skuldi byggjast í 60´árunum haldi eg meg minnast, at Kjartan Mohr, skipasmiðjustjórin tá, ikki var fegin um staðsetingina. Kjartan hugsaði um framtíðar havnaútbyggingar, og hann hugsaði langt fram í tíðina. Minnist meg rætt nevndi hann Hoydalar sum alternativa staðseting til nýggja landssjúkrahúsið.

Um dagarnar var Albert Isfelt, arkitektur, í útvarpinum. Hann talaði fyri at staðseta nýggjan tjóðpall á Skáltrøð. Vónandi lurta myndugleikarnir ikki eftir hesum ráðum, men lata maritima umhvørvið í Vágsbotni hava frið. Vit hava ikki brúk fyri enn einari skeivari staðseting. Ikki veit eg, hvar nýggjur tjóðpallur skal standa, men hevði borið til at bygt hann nærindis Norðurlandahúsinum, uttan at taka nakað frá tí ediliga bygningsverkinum, so hevði tað verið ein fongur. So kundi Norðurlandahúsið umsíðir fingið tey parkeringspláss, sum tað hevur manglað síðan byrjan.

Pól Jespersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo