Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Løgreglan í Los Angeles legði fríggjadagin út hesa video, og síðani tá er sangurin hjá heimleysu Emily farin um allan heimin.

Saman við videoini skrivar løgreglan:

- Fýra milliónir kalla Los Angeles fyri sítt heim. Fýra milliónir søgur. Fýra milliónir røddir. Av og á mást tú bara steðga á og hoyra eina, og hoyra okkurt vakurt.

Kvinnan, ið syngur við yndisligu røddini er 52 ára gamla Emily Zamourka, sambært ABC News. Hon flutti til USA úr Russlandi sum 24 ára gomul.

Hon hevur ikki fingið sangvenjing, men er pianist og violinleikari.

Emily sigur við tíðindarásina, at hon er heimleys, og svevur á eini papp-plátu á parkeringsplássi.

- Onkur stjól mína violin, tá eg spældi í sentrum, og tað var tá eg fekk trupulleikar.

- Eg hevði verið so takksom, um onkur hjálpti mær av aftur gøtuni, so eg fekk mítt egna heim. Og fekk violinina aftur, tí eg vil halda áfram við tónleikinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo