Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-108/2020 frá Bjørt Samuelsen, løgtingkvinnu, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um hjálparpakka til ferðavinnuna at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Spurningur

1) Kemur ein hjálparpakki til ferðavinnuna, so stórir partar av vinnuni, vitanin og arbeiðspláss í hesi vinnu ikki fara fyri skeytið?

2) Um ja, nær væntar landsstýrismaðurin at koma við hjálparpakka, og hvussu fer hesin at síggja út?

3) Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til arbeiðspláss har, eisini í longdini, fær vinnan ikki eina hjálpandi hond?

4) Nær fer landsstýrismaðurin at taka eina avgerð um hetta?

Svar:

Til nr. 1
Landsstýrið sendi 26. mars uppskot um hjálparpakka til ferðavinnuna í almenna hoyring.

Til nr. 2
Hoyringsfreistin á hjálparpakka 4 er 6. apríl. Væntandi verður uppskotið lagt fyri løgtingið í viku 15. Skotið verður upp at seta í verk eina stuðulsskipan líknandi stuðulsskipanini eftir hjálparpakka 3 við smærri tillagingum.

Til nr. 3
Stoyturin frá koronafarsóttini gjørdist ógvusligur fyri ferðavinnuna. Hóast ymiskt er, hvussu einstøku ferðavinnufyritøkurnar hava klárað seg gjøgnum kreppuna, so eru fleiri teirra undir stórum trýsti. Fara hesar av knóranum, ávirkar tað sannlíkt gongdina í føroysku ferðavinnuni fleiri ár fram í tíðina.

Vandi er fyri, at fólk við serkunnleika leita sær í annað starv, og tungt kann verða at byggja líknandi fyritøkur uppaftur. Hetta kann gera, at partur av tí menning, sum væntast at taka seg upp aftur eftir at koronafarsóttin er hæsað av, blívur burtur.

Landið er enn bert partvís latið uppaftur, og enn er óvist í hvønn mun tað verður latið meira upp fyri fyri ferðafólki í summar.

Vandi er tí fyri, at virksemið hjá annars burðardyggum fyritøkum heldur uppat, orsakað av vantandi gjaldføri at rinda føstu útreiðslurnar, missa tær eitt summar afturat. Landsstýrið metir, at tørvur er á einum nýggjum hjálparpakka til ferðavinnuna, og verður skotið upp at gera ein hjálparpakka 4 til ferðavinnuna eftir sama leisti sum hjálparpakka 3.

Til nr. 4
Avgerð er tikin um at leggja uppskot um hjálparpakka til ferðavinnuna fyri løgtingið.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 30. mars 2021
Helgi Abrahamsen landsstýrismaðu

Les eisini:

Landsstýrið fer at stuðla sperdum virksemi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo