Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Sunnudagurin 6. november er allahalgannadagur. Hesin dagur er eisini vígsludagur kirkjunnar og sostatt dagurin, tá Hoyvíkar kirkja heldur sín 9 ára dag.

Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur av Margretu drotning hin 20. juni 2005. Arbeiðið, sum umfataði allar partar av vanligum byggiarbeiði, byrjaði 5. septembur sama ár. Hesum stóð Articon fyri.

Kirkjan stendur út í Tútakannutjørn, er stoypt upp frá grundini og heilt upp í tornið. Tekjan er úr kopari. Innan er kirkjan klødd við oregon pine, eins og benkur og prædikustólurin eisini eru úr oregon pine. Gólvið er úr ask. Doypifunturin er úr gróti frá Grótvirkinum í Skopun.

Kirkjan bleiv latin Tórshavnar eystara kirkjuráði 14. septembur 2007 og vígd av Hans JacobJoensen, biskupi, allahalgannasunnudag 4. novembur 2007 sama ár.

1. september 2014 gjørdist Hoyvík saman við Kaldbak sjálvstøðugt prestagjald.

Tað verður Sonja Klein, sóknarprestur í Havnar kirkju, sum prædikar sunnudagin. Prædikuteksturin er úr Matteusarevangeliinum 5, 13-16.

Tórshavnar kamarkór syngur undir guðstænastuni.

Tey børn, ið hava hug, kunnu fara niður undir í sunnudagsskúla, sum byrjar beint fyri prædiku.

Eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið ein drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo