Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hava vit møguleikan at rætta uppá “slagsíðuna” í  Hoyvíkssáttmálanum.

Hoyvíkssáttmálin (íslendskt: Hoyvíkursamningurinn) er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð.

Við Hoyvíkssáttmálanum frá 2005 gjørdust Føroyar og Ísland eitt felags búskaparøki.

Hetta merkir, at tað við ávísum undantøkum er fríur flutningur av kapitali, vørum, arbeiðsmegi og tænastum millum londini bæði.

Soleiðis stendur skriva um Hoyvíkssáttmálan á Vikipedia, gævi at tað var satt, men veruleikin er ein heilt annar.

Á fleiri økjum virkar sáttmálin bert annan vegin, og tá altíð til fyrimuns fyri Ísland.

Orðabókin (sprotin) sigur um fríhandil.

1 loyvi til frítt at kunna reka handil, fríur handil, móts. einahandil, Føroyar fingu fríhandil í 1856

2 millumtjóða handil uttan toll (el. aðrar forðingar), fríhandil er innan fyri ES

Stk. 2 er áhugavert, tí har stendur “uttan toll (el. aðrar forðingar)”, hetta “aðrar forðingar” hevur Ísland duga so sera væl at misbrúka, at tað enn ikki hevur borið til at fingið nakað gagn burturúr fríhandlinum við Ísland, tá um landbúnaðarvørur ræður.

Vil við hesum heita á Jenis av Rana Landstýrismann í uttanríkismálum og Føroya Landstýri nú Hoyvíkssáttmálin er til viðgerðar, um í fyrsta umfari at taka landbúnaðarvørur úr sáttmálanum, áðrenn hann ætlandi verður settur í gildið aftur.

Tá tað er gjørt kunnu vit samráðast á jøvnum føti, um hvørjar og hvussu nógv av hvørjari vøru, vit selja til hvønn annan í fríum handli.

Tí um fríur handil ikki gongur báðar vegir, tá er tað ikki fríhandil.

Vit sóu ein møguleika í Hoyvíkssáttmálanum, men enn hevur hann bert veri ein bági.

Sigert Patursson
Formaður
Bóndafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo