Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: HR-løgfrøði er ein neyðug útbúgving fyri allar leiðarar, HR-starvsfólk og onnur, sum hava við starvsfólkaviðurskifti at gera. Tríggir dagar, sum gera teg til reiðar at taka rættar avgerðir í starvsfólkamálum. Modul 1: mik. 21. oktober, modul 2 er 4. november og modul 3 er 18.november 2015. Vit lova, tú fert ikki at keða teg. Sigmund Poulsen, okkara fremsti advokatur innan starvsfólkaøkið, undirvísir á ein livandi og alt annað enn keðiligan hátt við feskum dømum úr Føroya rætti, so nógv spennandi kjak er á degnum.

Tekna teg nú – BERT 4 PLÁSS ERU EFTIR.

Fyrrverandi luttakarar:

"Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt." Ulla Joensen, Elektron

"Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær, hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg, og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var, hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum, viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær." Robert Poulsen, Faroe Ship

"Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku." Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen

Tekna teg hjá www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo