Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tveir mans 28 og 30 ára gamlir, vórðu týsdagin í rættinum í Kolding dømdir fongsulsrevsingar fyri at hava misbrúkt ein autistiskan drong sexuelt í fýra ár - frá drongurin var 9 til hann var 13 ára gamal.

Annar maðurin fekk tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, hin fekk tvey ár.

Í einum føri misbrukti annar maðurin autistiska drongin, ímeðan hann sendi video av hendingini til hin mannin, sum var í Føroyum.

Dømdu menninir, sum eru par, høvdu meldað seg sum sjálvbodnar at vera við í átakinum "barnets ven" hjá felagsskapinum Red Barnet Ungdom. Soleiðis komu teir í samband við autistiska drongin, sum teir misbrúktu kynsliga.

Umframt fongsulsdóm eru menninir dømdir til ikki at kunna hava nakað við børn at gera, hvørki gjøgnum starv ella frítíðaraktivitetir, teir sleppa ikki at búgva hjá fólki ið hava børn og sleppa heldur ikki at fáa børn á vitjan, sum ikki eru saman við øðrum vaksnum.

Maðurin sum fekk tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing játtaði seg sekan og tók við dóminum. Hin umhugsar um hann skal kæra dómin.

Fleiri danskir miðlar, teirra millum Ekstrablaðið, skrivar um dómin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo