Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Nú eru jólini skjótt í hondum og fólk fara at seta seg við jólaborðini – undir meira skipaðum viðurskiftum enn vanligt. Eisini vit í Fimmaranum fara at hava okkara jólaborð, men í ár verður tað uttan okkara nógv saknaða vin Kaj Poulsen, tí hann er farin frá okkum. Hann varð eisini saknaður við havhestagildið, sum vit hildu herfyri. Tá stóð hansara stólur tómur. Tað er serliga tá ein tíð er umliðin,  og tann vanligi yrkadagurin kemur aftur, at saknurin av einum fólki, sum farið er, verður veruligur, og tað er tá, at minnini bólta fram í huganum.

Í meira enn  10 ár hava vit, nakrir menn, á niðara Ternuryggi hitst hvønn fríggjadag kl. 5 seinnapartin heima hjá hvørjum øðrum skiftivís. Vit hava drukkið eina øl, og kanska eitt glas, men annars hevur verið prátað um tað, sum vit hava  havt hug at práta um, og sum kanska hevur verið aktuelt í samfelagnum tá. Hetta er sera hugnaligt, og hóast vit viðhvørt eru rúkandi ósamdir, so endar alt í látri og hugna. Tiltakið er ein deilig oasa hjá okkum og ger tilveruna ríkari. Onkuntíð verður meira  gjørt burturúr, og tá hava konurnar  verið við viðhvørt. Vit hava havt   hummaragildi, havhestagildi, grunningshøvd hava eisini verið á matarskránni, og onkuntíð hava vit grillað uttandura. Fimmarin hevur somuleiðis gjørt onkrar ferðir. Vit hava verið við Lakeside vesturi í Vágum, í Nólsoy, og ikki minst ferðirnar í Íslandi og í Shanghai vóru áhugaverdar. Í Shanghai var tað Peter Brodersen, sum  var ferðaleiðari. Hann hevur starvast í býnum í fleiri ár, so hann kennir býin, og tað kom okkum sera væl við.

Ein av okkum hevur frá byrjan verið Kaj Poulsen, ein sera hugfarsligur fimmari, sum altið eldhugaður  hevur staðið í fremstu røð, tá okkurt skuldi vera til tey serligu høvini. Honum dámdi væl at standa fyri matinum, og honum dámdi so væl at greiða frá, hvussu hann helt, at maturin fekst at smakka væl.  Ofta vórðu gildini eisini hildin heima hjá Gunhild og Kaj. 

Teir fríggjadarnar Fimmarin var hjá honum, var hann skjótur við kannuni við tí  frálíka  ølbrygginum, uppskriftin var eitt loyndarmál, men væl gagnaðist.

Tað var altíð so fjálgt og hugnaligt at koma inn á gólvið hjá Kaj og Gunhild. Tú kendi teg so vælkomnan, antin tiltakið var í stovuni, í garasjuni, har ið hummarar, nátar ella grunningshøvd vóru gjørd klár til døgurðan,  ella í serliga hølinum á loftinum, har ið útsýnið var so avbera gott, og har ið okkum dámdi so væl at vera. Tað er eingin ivi um, at Kaj visti, hvat var gott. Hann spurdi ongantíð um tað, men dugdi at eygleiða, hvussu fólki dámdi tað tey fingu.Hann legði stóran dent á, at gestirnir vóru nøgdir. Tá var hann glaður,og lagið var gott. Kaj dugdi so stak væl at vera blíður á sín stillisliga hátt.

Upprunaliga var Kaj bilmekanikari, lærdi hjá Buglujensen í Gundadali, men lívsstarv hansara var á posthúsinum, har hann í nógv ár gekk við posti. Í mong ár hevði hann eisini grillbarrina City í miðbýnum, sum børnini nú taka sær av.

Kaj var einki suss. Hann fór stillisliga fram, men hevði ein finurligan humor, og honum dámdi eisini væl, tá onkur málbar seg humoristiskt, tá smíltist hann og sá út til at hava tað gott. At hann var góður við sítt heim og sína familju lýsti av honum, og tað var eisini stuttligt at lurta eftir honum, tá hann onkuntíð fór at siga frá tíðini sum postmaður í Kirkjubø og á Velbastað og teimum fólkum, sum hann tá møtti á postleiðini. Tá vóru stundir til eitt prát og til ein drekkamunn, virði í lívinum, sum gjørdu postmansstarvið til ein lívsform,  bæði til gleði fyri hann sjálvan og fyri hansara viðskiftafólk.

Jólaborðhaldið  í Fimmaranum verður nú fyrsta dagin, men í ár uttan tann hugnaliga og dámliga Kaj Poulsen. Heilsan var farin at bila nakað, tað sóu vit,  men tað kom kortini sera dátt við, at hann so knappliga fór frá okkum týsdagin tann 2. juni, einans 65 ára gamal. Onkur okkara hevði sitið saman við honum á stóru altanini leygardagin frammanundan í allarfagrasta veðri. Tá var lagið gott, og vit høvdu tað sera hugnaligt. At tað skuldi vera seinasta ferðin, vit hittu hann, var ikki í okkara tonkum.

Saknurin í Kaj er stórur, men vit minnast hann allir sum eitt deiligt menniskja, sum tað altið kendist gott at vera saman við.

Góða Gunhild og tit øll, vit hugsa um tykkum nú ið jólini stunda til. Tit hava mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, so saknurin er stórur.

Friður veri við minninum um góða vinmann okkara Kaj Poulsen.

Fimmarin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo