Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 17. mai kl. 19 skipar LGBT+ Føroyar fyri hugnakvøldi fyri tvørkyndum saman við foreldrum / avvarandi við uppleggi frá Tórmóði Stórá. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum á Tórsgøtu 16.

LGBT+ Føroyar fær javnan fyrispurningar frá foreldrum at tvørkyndum, og við hesum tiltakinum ynskja vit at tvørkynd saman við teirra foreldrum / avvarandi kunnu hitta onnur, sum skilja og hava verið ella eru í somu støðu sum tey sjálvi. Hesa ferð verður eisini høvi at hoyra upplegg frá Tórmóði Stórá, sum millum annað fer at tosa frá einum fakligum vinkli um tað at vera tvørkyndur, hvørjar møguleikar tvørkynd hava í Føroyum og hvussu mannagongdin er. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Foreldur at tvørkyndum hava fyrr hitst í hølinum hjá LGBT+ Føroyum. Tá hava tað verið Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum báðar eru mammur at tvørkyndum kvinnum, sum hava staðið fyri kvøldinum og verið klárar at stuðla og deila sína uppliving og royndir. Hetta hava foreldur at tvørkyndum verið sera glað fyri og ynskir LGBT+ Føroyar tí at bjóða til hetta hugnakvøldið 17. mai kl. 19.

Tiltakið er ætlað øllum tvørkyndum við foreldrum / avvarandi.

Vit vóna at síggja nógv fólk hetta kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo