At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eysturkommuna: Komandi týskvøld 15. nov. verður hugnakvøld á Bátasavninum í Leirvík við heitinum “Skonnartin, sum gjørdist vrak á Kráartanga og hugleiðingar við minnum úr bygdini fyri 60-70 árum síðan”.

Tiltakið byrjar kl. 19.30.

Skonnartin Karin fór í apríl 1916 á land á Kráartanga og gjørdist vrak – eitt 100 ára minni. Martin Fjallstein sigur frá skipum, sum fóru á land, og serstakliga frá hesi skonnartini úr Marstal, sum í ódnarveðri av útsynningi var á veg til Fuglafirðar við koli. Men tá vóru hvirlurnar so harðar í Leirvíksfirði, at teir máttu strika seglini og fóru á land. Næstu dagarnar bjargaðu bygdarmenninir øllum tí, sum bjargast kundi og 140 tons av koli. Vrakið og alt annað varð selt á aktión. Skipið varð kortini bjargað og sett aftur í stand. Tað var fiski- og farmaskip í eini 40 ár, eftir at tað gjørdist vrak á Kráartanga.

Eisini hevur Poul Juel Hansen hugleiðingar við minnum úr barna- og ungdómsárum í Leirvík og úr sínum fjølbroytta arbeiðslívi. Poul Juel (f. 1941) er sonur Hannu og Hjalmar, sum búðu á Áargarði. Hann lærdi á Skála, men kom sum ungur til skaða á motorsúklu, og fór tí aðrar vegir at fáa sær útbúgving. Hansara arbeiðslív og frítíðarlív hevur verið óvanliga fjølbroytt og øðrvísi enn hjá flest øðrum. Og honum hevur dámt hetta arbeiðið millum tey ómentu, sinnisbrekaðu og illa støddu ungfólkini. Í samstarvi við kommunur, løgreglu og sosialar myndugleikar fann hann útvegir fyri mong – ella leiðina til síðsta hvíldarstaðin. Harafturat hevur Poul Juel verið í ymsum felagsskapum og síðani síni ungu ár keypt og selt eigindómar. Mangt rennur honum í hug úr heimbygdini, og væl dugir hann at siga frá skúla, fólki og arbeiði, sum tá var.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo