Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bókasavnið í Sørvági: Sóknarpresturin, Marjun Lómaklett, fer at røkja eina nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Í eitt ár verður hon integratiónsprestur og kemur at gera tænastu millum tilflytarar.

Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. Harafturat er umráðandi, saman við øðrum átøkum, at varpa ljós á tey mentanarligu virðini, so tey, ið koma til landið, kenna jørðildið og lættari kunnu gerast ein partur av heildini.

15. februar, kl. 19.00 verður boðið til hugnaliga samveru í kirkjuhúsinum í Sørvági, har høvi verður at hitta Marjuna Lómaklett og hoyra hana greiða frá sínum nýggja yrki, og hvørjar ætlanir hennara eru. Framløgan verður á enskum.

Vit fara eisini at hoyra Blátt Gras framføra nakrar sangir.

Kaffi/te og smákøkur verða afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo