Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur í kvøld er beinleiðis sending úr VB-húsinum í Vági, har tað í kvøld eru sálmar og sangir á skránni.

Tað er Dýri Biðidagur, og hesa tíðina er vanligt at fleiri leita í kirkjur og samkomur, at syngja ella lurta eftir sálmum og sangum. Men sum støðan er, ber hetta ikki til, og vóru tí stig tikin til at senda beinleiðis aftur í kvøld.

Síðani byrjað var upp á hesar hugnaløturnar, so hava nærum 100.000 sýningar verið, av teimum ymisku tiltøkunum, ið senda hava verið, so undirtøkan hevur verið sera góð. Leinkjan til síðuna sæst HER

Á skránni til sendingina íkvøld, eru framførslur, sangur, prát og eisini hugni. Tey luttakandi eru Hjalmar og Dagfinn, ein partur av Orðið á borði, Sára, Julia og Karina, umframt at verturin fer at leiða kvøldið, og eisini tekur ímóti lurtaraynskjum.

Sendingin byrjar kl. 20.00 íkvøld, og heldur á til umleið 21.30 ella so leingi sálmar og sangirnir runga. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo