Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Nú jólastákanin er upp á tað hægsta, er her eitt høvi til tykkum, sum kundu hugsað tykkum at steðga á og fingið einaróliga og hugnaliga løtu saman sum hjún og saman við øðrum hjúnum við góðum undirhaldi aftur við kaffi, te, rís a la mande og øðrum góðum.

Umframt felagssang verða fleiri sangframførslur at hoyra. Eitt nú Eyðun Jacobsen & Zamar, Tóra við Keldu og Sangbólkurin Vitin.

Ein stuttfilmur verður vístur, har ymiskir føroyingar hugleiðaút frá spurninginum: “Hvussu er Gud við tær?”, og so kemur búktalarin Absalon Áargarð eisini á vitjan og fer at undirhalda.

So um tit hava hug og møguleika til at geva hvørjum øðrum eina hugnaliga løtu, áðrenn jólini av álvara byrja, so er at koma í Betesda leygarkvøldið kl. 20:30, har vit sjálvandi eisini fáa kaffi, te, rís a la mande, mandarinir, jólabakstur og karamellur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo