Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Raksturin av Eystur-og Sandoyartunlunum kemur ikki at bera seg.

Hetta havi eg gjøgnum míni 2 ár á Tingi hetta valskeiðið roynt at prædika fyri mínum samstarvsfelagum.

Jú, jú, jú hevur svarið verið, bara lækka prísin, so fara nógv fleiri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sum jú skal bera hetta projektið fíggjarliga.

Men nei, soleiðis er ikki, og soleiðis verður tað ikki. Hetta av tí simplu orsøk, at ein alternativ farleið uttan brúkaragjald er tøk, og at talið av koyrandi bilum tí neyvan er til, sum klárar at generera tað peningamongd sum skal til fyri at projektið hongur saman, við verandi fíggingarleisti og afturgjaldstíð.

Tí førdi eg fram, tá vit diskuteraðu misfostrið av einum samferðslupakka sum lagdur varð fram, at eg kom aldrin at góðtaka at tveir gjaldstunlar skuldu takast burturúr nú, tí so bleiv enn verri at finna semju um loysnina, nevnliga eina heilt aðra skipan fyri gjald fyri ferðing innanoyggja í Føroyum.

Fígging av samferðsluøkinum má hugsast heilt av nýggjum, og vit mugu sum samfelag og borgarar góðtaka, at tað er ikki ókeypis fyri nakran av okkum, at gera íløgu uppá 2,7 mia kr til 2 tunlar. 

Útgangsstøðið má verða, at allir landsins borgarar gjalda tað sama fyri at ferðast millum oyggjar okkara.

Skal øll samferðsla fíggjast við brúkaragjaldi eina, verður brúkaragjaldið so høgt, at tað ferð at darva ferðsluni, og samfelagsnyttan av stóru íløgunum verður ongin. Tað ber ikki til.

Tí má ein partur av kostnaðinum at fíggja samferðsluna framvegis verða fíggjað yvir skattin. Helst ein størri partur enn í dag.

Afturat hesum, eiga vit at avtaka vektgjaldið á akfør, og í staðin áseta eitt samferðslugjald á hvørt akfar í landinum. Hetta samferðslugjaldið frítekur allar bilar fyri at gjalda brúkaragjald fyri at ferðast runt í øllum landinum. Har kapasiteturin er avmarkaður, strandfaraskipini, verður bókingarskipan sett í verk, sum hevur víst seg at fungera fínt um Skopunarfjørð.

Hetta stillaða gjaldið, afturat skattafíggingini, skal fíggja raksturin av øllum tunlum, skipum, brúm og vegum. 

Sloppið verður við hesum undan umsitingarliga fíggjartungum innkrevingarskipanum á skipum og í undirsjóvartunlum, onki brúkaragjald er á ferðing nakrastaðni í landinum, og samfelagsnyttan verður maksimal, tí ongin kemur at aftra seg at flyta seg runt í landinum. Útlendskir bilar verða kravdir eftir gjaldi tá teir bíleggja ferð til Føroya.

Nær ið vit verða búgvin til hetta politiskt er ikki gott at vita, men tann loysnin sum einaferð verður funnin, kemur at liggja sera nær uppat hesum leistinum sum her verður førdur fram, tað eri eg rímuliga vísur í.

Allar royndir at sleppa summum undan at gjalda, meðan onnur skulu gjalda meiri fyri eina verri tænastu, eru í longdini dømdar at tapa. 

Nú val nærkast, eigur Kringvarpið sum kemur at mynda valstríðið, at gera hetta evnið til eitt av høvuðsevnunum, so at veljarin veit hvar politisku flokkarnir standa í hesum máli. Kanska serliga, tí at man í nærum øllum flokkum er ósamdur um hesi viðurskifti, alt eftir hvørjum lokaløkið í landinum umboðini eru úr.

Brandur Sandoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo