Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hyggjan er varliga at gloppa dyrnar fyri at kanna hesa stóru verkætlan og vita um hon kundi verið framd her í Føroyum um eini 8-10 ár.

Fyrst við hesum skrivi í skundi eftir dagsins grein á in.fo, at spyrja Tórshavnar kommunu í sambandi við hvar áleið á Kongabrúnni staðsetingin av tjóðleikahúsinum verður. Men eisini at upplýsa okkum tíðs nokk um hvussu tey ætla stóra økið á Eystarubryggju verður skipað? Mín hugsan er at økið má frammtíðar hugsast sum eitt fleirvirki (multi) øki við sínum ótalið av nýtslu møguleikum, millum annað hesum tanka.

Síðani at kunna borgarar í Tórshavnar Kommunu eins og fyritøkur og vinnulívsfólk her heima um verkætlanina og fyri at hoyra teirra hugsan um hvørjir menningarmøguleikar fyri Føroyar tey síggja kunnu liggja í hugskotinum. Helge Sander fyrrverandi ministari í Danmark og fyriskiparin av miseydnaðu royndini at hýsa F1 í Keypmannahavn í 2020, er sinnaður at deila við okkum her heima sínar tankar, royndir og sambond hann hevur við Fédération Internationale de l'Automobile (FIA).

Um Tórshavnar kommuna ikki koldømir hugskotið beinanvegin og ein positivur áhugi er at hóma her heima annars um verkætlanina, so seinni at venda okkum til Fédération Internationale de l'Automobile (FIA) fyri at vita hvat krevst fyri at koma í tann lítla bólkin av støðum í heiminum sum tey meta eru áhugaverd at hýsa F1 kappingini. Hetta seinna krevur ein sterkan og sameindan bólk úr Føroyum.

Formel 1 er við sínum fleiri 100 mill sjónvarps hyggjarum til hvørja kappkoyring, tað størsta lýsingar átakið hugsast kann og ein framúr sýnisgluggi hjá Føroyum og øllum tí sum er føroyskt, eins og eitt satt aktiv hjá Føroyum at hýsa einaferð í framtíðini. Og serliga nú einki norðurland er á skránni eftir at Keypmannahavn bar seg undan at hýsa kappkoyringini í 2020.

Í hesum sambandi verður inniliga heitt á Tórshavnar kommunu í framtíðar byggiætlanum sínum á Kongabrúnni/Eystaru Bryggju, at um so er at byggingin av parkeringstunlinum ikki liggur í kortinum, at so staðsetingin av komandi Tjóðleikahúsi á Eystaru Bryggju tekur hædd fyri at varðveita tað longu nærum beinu linjuna frá Áarstovu út til Havnaskrivstovuna, eisini um tað so viðførir at breytin gongur í veghædd undir Tjóðleikahúsið. Og annars at gera Eystaru Bryggju til eitt sonevnt fleirvirki (multi) øki. Hetta so at møguleikin at hýsa F1 í komandi tíðum ikki verður fyribeindur av hesum ávum.

Tá talan er um koyribreyts oyggjar sum skilja koyribreytina á viðfestu ætlaðu rutuni, er ynskiligt at hesar verða stigvíst gjørdar til flytbarðar oyggjar ístaðin.

Breytin er løgd so at hon vísur tað vakra øki Yviri við Strond og Hoydølum, eins og nærum øll Gistingarhúsini fáa kappingina heilt tætt at viðskiftafólkum teirra.

Vv logstikki fæst meginparturin av øllum útbúnaðinum ið brúkast skal við skipi uppá land á staðnum.

Breytin:
Starturin og Pit`in verða á Eystaru Bryggju eftir at Farstøðin og pakkhúsini út móti Havnaskrivstovuni eru burtur beind, sum TK hevur í hyggju at gera. Og hugsa vit Eystaru Bryggju sum eitt Fleirvirki (multi) øki at hýsa øllum hugsandi tiltøkum, eitt nú okkara hugskoti.

Síðan hevði leiðin gingið Yviri við Strond framvið Boðanesi og ferðsluljósinum Eystara Ringvegur / Hvítanesvegur, víðari niðan til rundkoyringina á Hálsi, tó skeivu megin hana oman R.C Effersøesgøtu, har oyggjarnar sum í dag skilja koyribreytina vóru útskiftar við flytbarar oyggjar sum kundu flytast tað vikuna kappkoyrt var. Hetta hevði gjørt tað longu undanbrekku til tann stórst yvirhálingar møguleikan á rutuni, við áskoðaraplássum báðumegin omaneftir. Víðari oman til ferðsluljósini R.C Effersøes gøta / Bøkjarabrekka oman í Steinatún. Um ein ikki megnaði at steðga og snara til høgru oman í Steintún fór viðkomandi runt oyggina Undir Glaðsheyggji fyri at venda.

Frá Steinatúni oman í Vágsbotn har tveir møguleikar eru. Tann fyrri er at snara til høgru yvir á Skálatrøð har umrøddi parkeringstunnilin førdi bilarnar útaftur á Eystaru Bryggju, sum hevði verið betra loysnin.

Men, um eingin parkeringstunnil verður gjørdur, má snarast til vinstru um Hotel Tórshavn niðan á Vagli og síðan frammvið Hotel Hafnia oman aftur á eystaru bryggju. Her hevði gonguteigurin í tronganum millum Essaba og Áarstovu eisini skula verið gjørdur flytbarður og fluttur ímeðan koyrt var.

Bilverja við hegni má vera á stórsta partinum av breytina. Betong kubbar er tað ið mest hevði verið nýtt av, eins og nakað av stál bilverju. Betong kubbarnir kunnu frammleiðast í føroyum og goymast í stóra plássinum á Glyvursnesi.

Havast kann í huga tann ómetaliga stóra tørvin á ymisku tænastum tílíkt tiltak krevur, eins og avleidda virksemi hetta vildi skapt.

Eitt nú, tá øll gistingarhúsini eru á tremur við ferðandi, kann borgarin í Suðurstreymi, tað vikuna í koyrt verður óiva leiga hús, íbúð sína út fyri ovurhánds stórar upphæddir til F1 áhugaði ferðandi og sostatt vildi ágóðin av tiltakinum rakt breitt í nærumhvørvinum, eins og teimum longri burturi.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo