Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað var betri ógjørt tá ein maður fyrst í 20unum royndi at sleppa sær undan eini blóðroynd, tí illgruni var um at hann hevði koyrt bil ávirkaður av rúsdrekka.

Maðurin endaði í Norðadali við bilinum, og kláraði at sleppa sær til rýmingar úr bilinum og krógva seg, áðrenn politiið fekk fatur í honum. Men ráð vóru fyri tí, ein hundapatrulja varð boðsend, og eftir hálvum tíma hevði hundurin funnið mannin, sum krógvaði seg í haganum. Hann hevur nú verið til avhoyringar, hevur fingið blóðroyndina tikna og kann nú vænta sær revsing.

Eitt minni harðskapsmál er eisini endað á borðinum hjá politinum. Tveir ungir mans í Havn hava verið uppi at táttast, endin var, at annar bleiv sligin og tann sum slerdi kann nú rokna við at verða revsaður fyri tað.

Løgreglan eftirlýsir eisini ein bil sum er horvin í Havn, helst stolin. Talan er um ein blágrønan Nissan Micra árg. 2015 (myndin niðanfyri) við skrásetingarnummarinum KB084. Veit nakar um bilin at siga, so er at seta seg í samband við løgregluna, telefon 351448.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo