Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Húsakórið kemur á vitjan í Føroyum (mynd: Húsakórið).

Húsakórið kemur á vitjan í Føroyum (mynd: Húsakórið).

Føroyska útisetakórið í Keypmannahavn, Húsakórið, kemur til Føroya á konsertferð frá 29. apríl til 6. mai. Kórið, sum telur 40 limir, fer at hava tríggjar konsertir eins og tey luttaka á Kórfestivalinum 5. mai í Norðurlandahúsinum.

Húsakórið hevur sína fyrstu framførðslu sunnudagin 29. apríl klokkan 16.00 í Salt á Drelnesi. Týskvøldið 1. mai kl. 20.00 í Vesturkirkjuni og mikukvøldið 2. mai kl. 20.00 í Fuglafjarðar Kirkju. Føroyaferðin endar við luttøku á Kórfestivalinum.

Húsakórið, sum skjótt hevur fimti ár á baki, hevur verið á konsertferð í Pólandi, Noregi, Svøríki, Finlandi, Spaniu og Írlandi. Kórið hevur bert einaferð áður verið á konsertferð í Føroyum, og tað var í oktobur 2004.

Húsakórið við kórleiðara Tóru Vestergaard á odda, hevur eina sera fjølbroytta skrá at bjóða áhoyrarunum m.a. føroysk, ensk, donsk, svensk, íslendsk og lettisk løg og sangir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo