Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein greining skrivað av føroyskum arkitekti um summarhúsæatlanina í Saksun:

Spell, at argument, sum “ at tey eru ein samanrenning millum tað gamla føroyska sniðið uttan á”, “sum líkist tí gamla, sum vit kenna úti frá av Reyni í Havn” og frá “nýggjaru summarhúsunum við Gjógv” verða brúkt í umsóknini um at byggja summarhús í Saksun.

Fakta er, at hesi húsini á ongan hátt hava nakað sum helst við siðbundnan føroyskan byggisið at gera!

Hvørki í stødd, vavi ella sniðið og aldeilis ikki tá talan er um staðseting.

3D visualisering er løtt at “snýta” við. Myndin av økinum í Saksun tykist ikki røtt. Tað sær út til, at 2 m hæddarkurvarnar eru fataðar sum 1 m kurvar.

Tí tykist lendið rættuliga slætt.

Fakta er, at hallið frá vegnum oman á áarbakkan er millum 8 og 9 m og longdin (breiddin) 49 m mált mitt á breiðasta partinum á stykkinum. Tað svarar í hæddarmuni til meira enn hæddin á einum av húsunum á 3D myndini.

Viðvíkjandi sniðinum er fyrst og fremst tað galdandi, at húsini eru munandi størri enn tey húsini, t.d. á Reyni, ið sipað verður til. 60 m² er áleið tvær ferðir so stór hús sum typiska húsið úti á Reyni.

Støddir á vindeygum og hurðum eri so langt frá siðbundnu gomlu ditto, sum sleppast kann.

Fyri umleið 150 árum síðan tók ein nýtt snið seg upp í føroyskari bygging. Talan var í allarflestu førum um tvær støddir av húsum, sum, mótsett gomlu lonunum í einaru hædd við reising, nú vórðu bygd við laðaðari grund, miðhædd og lofti. 9x11 og 11x13 alin vóru víddirnar. Tað vil siga, at størra sniðið var í mesta lagi 51,5 m² og minna sniðið í mesta lagi 36 m².

Annað, sum frá aldargamlari tíð hevur gjørt seg galdandi í føroyskari bygging er reisingin á húsunum.

Neyvan finst nakað uppruna føroyskt hús við 45 stiga takhalli, sum hesi ætlaðu húsini síggja út til at hava.

Triðingsreising, við skálki -skálkareising- er tann takeisingin, ið tykist vera serføroysk, og tað ikki uttan orsøk.

Flagtekjan skuldi helst vera liggjandi, tí tá í tíðini var hon lívsneyðug. Ikki fyri útsjóndina, men sum veðurverja og sum vekt at halda húsunum, tá stormar vóru. Tí júst hetta hallið og tí skálkarnir á sperrunum

Einki á 3D myndini indikerar, at talan verður um triðingsreising og slett ikki skálkareising.

Í Saksun er eitt av allarbestu dømunum, vit eiga, um hús, staðsett og bygd eftir umhvørvi og umstøðum.

Dúvugarðar!
Hví í Harrans navni skal leitast tiil Havnar eftir einum dømi um siðbundna bygging, tá kanska besta dømið um dygdarhús, bygt á siðbundnan føroyskan hátt, er staðsett minni enn 900 m frá grundstykkinum?

Og tá serliga, tá argumentini um “føroyskt” snið als ikki halda?

Kanska tí at Dúvugarðar eru ov nær við og at samanberingin tí gerst uppløgd?

Óansæð hvat, er og verður ongantíð talan um annað enn vánaligt kopi av føroyskum byggisiði og sniði, og tí eigur Sunda kommuna at umhugsa støðuna enn einaferð, millum annað av hesi orsøk.

PS.
Summarhúsini við Gjógv hava heldur einki við siðbundnan føroyskan byggisið at gera, tíverri.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo