Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Aðalfundur hjá HUXA – fólkafloksungdómi var hildin týsdagin tann 09.02.'16, sambært viðtøkum felagsins.

Nýggj nevnd var skipað við nýggjum formanni.

Formaður – Eyðun Poulsen
Næstformaður – Tummas Jóhan Larsen
Kassameistari – Helgi Debes Michelsen
Skrivari – Kirstin H. Hansen
Nevndarlimur – Eyðun Hansen
Eyka limur – Arni Rasmussen
Eyka limur – Frígerð Thomsen

Rói B. Poulsen, Jóhan B. Húsgarð og Hanus Samró hava takkað fyri seg, eftir nógv góð ár. Og vit vilja takka teimum fyri gott og álítandi samstarv.

Kirstin H. Hansen, Eyðun Hansen og Arni Rasmussen eru nýggj í nevndini.

Nývalda nevndin sær fram til eitt gott, hendingarríkt og avbjóðandi ár, har vit vilja virka fyri reformatión og uppdatéring floksins.

- M.a. fara vit undir, at varpa meiri ljós á priméru netverkssídu/r okkara, soleiðis at tær eru tíðarhóskandi. Samstundis ynskja vit at vera meiri alment virkin í floksboðskapinum, vid vón um at økja limaluttøku floksins.

- Felagið miðar móti einum breiðari politiskum kunnleika. Í samband við hesum, er ætlanin at seta í verk stimbrandi tiltøk, har hin politiski lærdómurin er í hægstu raðfesting, sigur nevndin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo