Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Røðan, sum formaðurin í HUXA, Erling Mørkøre, helt á Vaglinum.

Góðu tit øll – Vegna HuXa vil eg føra okkara sjónarmið fram og geva okkara íblástur til kjakið um radaran.

Hvat er ein Radari? Sum sjómaður og nú sum skipara lesandi, so havi eg gjøgnum mína tíð sæð ymiskar radarar og hvat hesir kunnu. Ein radari er eitt hjálpitól, sum vísir veg og førir okkum á leið, tá vegurin gerst fjaldur.

Hesin radarin hevur til endamáls, at tryggja og verja tað tómrúm, sum í dag eru á okkara leið.

Hetta hevur sera stóran týdning, fyri londini rundan um okkum, men hví hevur tað, tað?

Við hesum merkja vit Arktiska stríðið, sum kann hava sera stórar avleiðingar fyri okkum sum tjóð.

Her er tað serliga stríðið millum Evropa og Russland, har vit mugu ansa eftir, at vit ikki missa ein av okkara mest týðandi handilspartnarum – Russland.

Russland hevur verið ein tryggur stuðul og hjálpt okkum, tá ES valdið at boykotta okkum, tað mugu vit hava í geyma undir hesum.

Huxa fólkafloksungdómur vil hava, at vit í Føroyum yvirtaka so nógv málsøkir sum tilber, tað er okkara land og her skulu vit ráða.

Mítt ynski er, at vit rinda og eiga radaran.

Hetta er so, at vit kunnu ráða yvir honum og fáa teir fyrimunir sum hesum fylgja.

Við at eiga og ráða yvir radaranum, hava vit møguleika fyri at fíggja íløguna og tryggja raksturin av hesum, við at selja teir upplýsningar, sum hesin gevur.

Í hesum liggur, at radaramálið skal vera eitt eftirlitsmál og ikki eitt hernaðarmál undir donskum málræði.

Hetta er okkara møguleiki at taka ábyrgd og vísa okkum fram fyri øðrum tjóðum, samtundis sum vit skapa ein fakkunnleika og fleiri arbeiðspláss.

Um vit taka hetta fetið, vísa vit yvir fyri øðrum tjóðum og handilspartnarum, at vit eru álítandi og taka ábyrgd.

Hetta er enn eitt stig móti leiðini, at fáa enn fleiri handilsavtalur og enn eitt stig móti leiðini at gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Takk fyri.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo