Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Reisist hann úr sóttarsong
ringir við klokku síni
kvøður út yvir bø og ong:
lýðið á orðini míni.

Hugaligt at lesa innlegg frá Óla Breckman um polemikkin aftaná forsetavalið í USA.

Eg fylgi tær langan veg Óli, um frelsta einglakórið, sum nú í longri tíð hevur sungið púra einræddað.

Trump er grýlan og Biden er bjargarin.

Journalistar hava fortalt okkum um hvussu Trump ”uretmæssigt” og ”without any proof” hevur roynt allar møguligar snildir fyri at endurkanna og / ella ógilda valúrslit.

So at siga allur tann rættvísi fjølmiðlaheimurin hevur verið púra samdur um, at Trump skal sjúgva seg, har piparið grør, og at Biden er ”hann, ið koma skal”.

TAÐ hevur verið nokkso strævið og irriterandi.

Tí – hvat veit eg?

Og hvaðani fái eg sannleikan at vita?

Og líka leggi eg í, um forsetin í USA eitur Trump nøkur ár afturat, ella um hann eitur Biden.

”Hundene glammer og karavanen fortsætter”!

Restina av innlegginum um tey óndu og tey góðu – jaja.

Forrestin Óli – púra samdur, skilið hevur verið ringt í gomlu europeisku koloniunum í Afrika í nógv, nógv ár.

Kinesarar hava fingið valdið har, sigur tú.

Um nú kinesarar fáa ”skil uppá” Afrika, so burdu teir kanska fingið ein kjans at fáa ”skil uppá” gomlu koloniina vestanfyri Atlantshavið, nú tað er ringt at síggja, hvat vendur upp, og hvat vendur niður har?

Gott nýggjár, øll!

Hoyvík, 11. januar 2021
Jan Bendtsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo