Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin tann 16. juni letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini.

Til ber at síggja Hvalastøðina við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi, sum byrjaði sítt virki í 1905. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroyum.

Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir hevur verið í gongd síðan 2011. Kortini ber til at síggja støðina.

Húsini og bygningarnir standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inn á støðini.

Opið er hvønn leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður leygardagin tann 16. juni. Opið er til 15. august. Rundvísing verður 3 ferðir um dagin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo