Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkakirkjan: Sunnudagin 8. nov kl. 12.30 verður hátíðargudstænasta við sangi og tónleiki og við luttøku av biskupi og dómprósti í Hvalbiar kirkju.

Kirkjan í Hvalba var vígd 27. oktober 1935.

Arbeiðið við at gera kirkjuna byrjaði í 1933.

Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiði, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta arbeiði stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiðið varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.

Kirkjan tekur uml. 300 fólk (er uml. 25 x 10 m til støddar).

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo