Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað varð ein syrgilig sjón, ið møtti fólki í morgun. Grótkastíð, ið drenaði komunukassan, fyri góðum 12 árum síðani, mátti aftur geva seg fyri ógvusliga uppganginum, ið hevur verið í gjár og í dag.

Sí myndir her

Brimið hevur gjørt nógv um seg, hesar seinastu tveir dagarnar.

Neyst, bátar og mangt annað mátti geva seg fyri briminum, men syrgiligast av øllum, er at síggja, at havnin á Hamranesi, aftur mátti lúta. Havnarlagið er hornasteinurin og grundarlagið undir vinnilívinum í sóknini.

Tað er við stórari sorg, at vit mugu ásanna, at kommuna ikki einsamøll megnar at bøta skaðan aftur
hesaferð.

Um kommuna sjálv skal bera allan kostnaðin, er ikki pláss til nakað annað á fíggjarlógini, tí kommunan hevur longu bundið seg til aðra stóra verkætlan, ið longu er farin í gongd.

Tí mugu landsmyndugleikarnir veita okkum eina hjálpandi hond, um kommununi skal verða lív laga.

Tað er tó ein fragd at síggja, hvussu sóknarfólkið stendur saman, tá ið á stendur.

Tá ið farið varð at rudda í dag, vóru eini 50-60 fólk samlað at lyfta uppgávuna, ið gekk bæði skjótt og gott.

Bjargingarfelagið hevur verið úti síðani tíðliga í gjáramorgun og bjargar tí, ið bjargast kann, eins og SEV hevur lagt alla orku í, soleiðis at vit fingu streymin aftur og hettar eru vit sera takksamir fyri.

Tað er sera umráðandi, at vit ikki falla í fátt, men taka saman lógvatøk og standa saman um sóknina.

Janus Thomsen, borgarstjóri
Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo