Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

myndir: Articon

myndir: Articon

Stórur dagur er í Hvalba í dag, eftir at nýggjur og tíðarhóskandi tunnil er gjørdur til bygdina.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, kappaðu bandið fyrrapartin.

Nýggi tunnilin avloysir tann gamla, sum var einsporaður. Umframt Hvalba fær eisini bygdin Sandvík gagn av nýggja Hvalbiartunlinum.

Tað er Articon sum hevur staðið fyri byggingini, og ímillum undirveitararnar eru Landsbyggifelagið, EM Asfalt og EL Service.

Hátíðarhald er í Hvalba í samband við at tunnilin er latin upp. Ellisakfør hava koyrt ígjøgnum tunnilin og fólk hava eisini runnið ígjøgnum.

Tunnilin lat upp alment klokkan 13.

Fyrstur at koyra ígjøgnum var 95 ára gamli Allon Næs. Kringvarpið var við á túrinum, og tann upptøkan sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo