Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ì samgonguskjalinum hjá samgonguni stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Hetta er fult í samljóði við tað, ið landsfelag pensjónistanna hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, soleiðis, at vit fáa bannað hesum áralanga  mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Tað eigur sjálvandi at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Og tí fegnast vit sjálvandi um, at tað beinleiðis kom at standa í samgonguskjalinum, at: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Í hesum sambandi var tað, at eg í byrjanini av oktober mánað 2019 setti landsstýrismanninum í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning, nær hann fór at taka stig til at fáa framt nevndu broyting  – og nær stig fóru at verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarðandi.

17 oktober svarði landsstýrismaðurin m.a. at “Miðað verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast”. 

Harmuligt, at málið ikki er avgreitt. Tí hesa tíðina eru fleiri, sum annars kundu hugsað sær at hildið á, vorðin uppsøgd orsakað av ávísum aldursmarki.

Haldi, at avvarðandi landsstýrismaður eigur at vísa pensionistum ta virðing sum skjótast at fáa málið avgreitt, soleiðis, at tað verður førleikin og ikki aldurin, ið skal gera av, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Eiði, tann 20.januar 2020
Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo