Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røðan Annika Olsen helt til pisufundin i viðarlundini Havn i kvøld:

Góðu fundarfólk

Ein lítil genta stendur frammanfyri speglinum. Hon spælir, at hon er H.C Andersen við stórum svørtum hatti og við stavi, -  hon ímyndar sær, at hon er presturin í kirkjuni við hvítum rundum kraga,  -  hon sær fyri sær, at hon situr við eitt skrivaraborð og ímyndar sær eina Astrid Lindgren, sum er fer við at skriva eina nýggja bergtakandi bók um eina nýggja Pippi. Hon spælir eina løtu sjónleik fyri seg sjálva, og hugsar hvønn leiklut hon skal spæla í lívinum, leiklutirnir eru mangir, men eitt veit hon, hon vil gera okkurt, sum hevur við menniskjur at gera.

Góðu pisur, studentar og  HF arir og øll tit avvarðandi;  hjartaliga til lukku við tykkara prógvi og hjartans takk  fyri, at eg varð biðin at siga nøkur orð til hesa heilt serligu hátíðarløtu tykkara.

Hetta vakra summarkvøldið njóta vit løtuna,  vit njóta friðin, vit merkja luftina, angan av trøðum og  hoyra fuglarnar syngja so vakurt. Eg veit hvussu nógv,  tit hava glett tykkum til just hesa løtuna, tá harða arbeiðið er liðugt,  og tit kunnu síggja fram til eitt langt summar.

Men ikki allir studentar kring heimin kunnu njóta somu friðsælu. Meðan vit standa í fríðaligu viðalundini í Havn,  verða studentar i okkara parti av heiminum boðsendir í kriggj at verja sitt frælsi og verja sína framtíð sum fólk og tjóð.

Tann einasti karakterurin tey hugsa um í løtuni er dirvið og mót at verja rættvísi og teirra frælsi.

Hugsið tykkum hvussu inniliga tey høvdu viljað staðið í eini lund í  Kiev og hátíðarhildið teirra studentaveitslu, men teirra vónir og dreymar blivu knappiliga ein februardag tikin burtur frá teimum.

Í staðin fyri at hoyra fagnartalur og fagnarsang, regna bumbur niður yvir tey.

Tað, sum fyri fáum mánaðum síðani tókast at vera óveruligt, er veruleiki í dag - kríggj í okkara parti av heiminum.

Frælsi og fólkaræði er ikki nakað man skal taka fyri givið, men tað skal verjast og kempast fyri hvønn dag. Frælsi hjá tykkum sum ungdómi, frælsi hjá tykkum sum individ og menniskjur, frælsi at vera akkurat tit við tykkara  samleika, frælsi hjá tykkum at hava tykkara fría tanka at skapa just tykkara tilveru í einum frælsum landi, eru so grundleggjandi virðir, sum aldrinn mugu vigast.

Ótryggleikin í okkara parti av heiminum – vísir okkum, at ongantíð hevur tað  verið størri tørvur á samanhaldi, kærleika, tolsemi og hjálpsemi millum menniskju enn just nú.

Vit síggja tjóðir taka lógvatak saman til tess at verja okkara aldargamlu grundsúlur í fólkaræðnum og grundleggjandi virði fyri fólk og tjóð og somuleiðis síggja vit hjálpsemi millum menniskju, hetta at vísa okkara næsta kærleika og menniskjaligheit – Tað er veruliga at gleðast um.

Tit hava hesir seinastu dagarnar kempað fyri teimum góðu karakterunum, sum gevur tykkum atgongdina og lykilin til tykkara dreymar.  Tó sakni eg ein karakter í karkterblaðnum, sum sigur nakað um tykkara vinalag, tykkara empati, tykkara medmenniskjaligheit og tykkara hjálpsemi mótvegis eitt nú  tykkara floksfeløgum. Tit høvdu uttan iva  eisini her skorað toppkarakter, men í øllum karakerresinum, sakni eg karakterin í kararkterblaðnum sum sigur nakað um tykkum sum menniskjur.

Tað er tann góði menniskjaligi karkaterurin hjá tykkum, tað vinaliga smílið, tað vinaliga orðið, tann hjálpandi hondin, sum er størsta styrkin og vápni í  einum heimi, sum í dag er merktur av kríggi og ótryggleika.

Lívið er bara ein lítil  løta
Pápi mín tekur ofta til “Livið er bara ein lítil løta” og eg havi mangan hugsað og hugleitt yvir, hvat hann meinar við. Tá eg setti meg niður at skriva tykkum nøkur orð, kom eg at hugsa um, at tað longu eru 28 ár síðani eg sjálv bleiv studentur - 28 ár!! Tað ljóðar kanska klishéagtigt, men veruliga, hvar blivu árini av? eg varnaðist tey ikki, tí lívið gekk so skjótt, og eg hevði skund við at náa alt uppá rekordtíð, fyrst eina universitetsútbúgving, síðani eina afturat, síðani børn, síðani karrieru og síðani enn meiri karrieru - altíð skuldi eitt enn hægri mál náast og altíð ein enn hægri toppur røkkast.

Sum ítróttarfólk og sum rennari kenni eg lívið hjá mær sum  eitt langt marathon. Nógv bumb hava verið á vegnum, og  eg eri runnin inn í nakrar “múrar” fyri at brúka marathon retorikkin, men altíð hevur tað altíð snúð seg um at renna víðari, tí málið lá líka har frammi. Ì sjálvum sær,  er tað gott at reisa seg eftir eitt fall, tí snáva gera vit øll, og tá er einasti møguleiki at reisa seg og koma víðari, men nú eg nærkist teimum  50 og ferðin ikki er tann sama, so hugsi eg meir og meir um hendan marathonrenningin bara hevur verið góð?

Hvat við øllum tí vakra rundan um teg? gavst tú tær nóg nógv far um tað? merkti tú nóg væl, hvussu títt hjarta hevði tað og hvat við kærleikanum?

Hvat við tínum nærmastu og tínum børnum? hvat við tínum foreldrum, gav tú tær nóg nógv far um tey?  hvat við teimum heilt smáu tingunum, sum veruliga geva tær gleði í lívinum, varnaðist tú tey? 

Tí eru  orðini í sanginum nánd, so rámandi:

“So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
Tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
Enn síggja tað vakra, sum er í nánd”

Man skal sjálvsagt seta sær mál, man skal fegnast um nádd úrslit og at man røkkur teimum málum, man setir sær,  tí tað er ein partur av lívinum, MEN

- Tað krevur nógv størri DIRVI at steðga á  - enn dirvið bara  at renna víðari.

- Tað krevur dirvið og mót at traðka út úr marathon renningini, har vit øll  renna beint frammeftir eftir málinum.

- Tað krevur dirvið at seta seg niður at hvíla í renningini og reflektera yvir lívið, og um hvat er rættast at gera.

- Tað krevur dirvið at seta seg niður og kenna eftir, um man hevur tað gott.

- Tað krevur dirvið at hyggja til  siðuna, og vita hvussu tey hava tað, sum tú rennur saman við.

- Tað krevur dirvið at merkja eftir hvussu sálin og hjartað hevur tað í allari renningini

- Tað krevur dirivð at steðga upp og varnast tey smáu tingini, sum geva tær gleði

Tí eru míni ráð til tykkara !

Havið dirvið at seta tíðina á pausu við hvørt. Vitjið tykkara ommur og abbar, og gevið tykkum far um teirra lívsroyndir, vitan og kærleika, lurtið eftir teimum, tey hava livað eitt heilt lív, og tey vita, hvat tey tosa um.

Havið dirivð til at siga orsaka ella biðja um fyrigeving  um tit hava sagt eitt særandi orð við onkran, tað kann broyta lívið hjá tí menniskjanum tit siga tað við, og gevur tykkum sjálvum gleði og frælsi.

Havið dirivð til sjávi at fyrigeva, um órættur er gjørdur ímóti tykkum, tí tað ger tykkum frí.

Havið dirivð til at fylgja kærleikanum, og  dirvið til at taka telefonina og ringja til tann persónin tit elska og fortel um tykkara kenslur.

Tað kann vera tann mest týdningarmesta samrøðan tit hava í lívinum.

Lítla gentan frammfyri speglinum, sum droymdi seg inn í alskyns leiklutir í lívinum, var eg sjálv sum smágenta.

Men gentan í speglinum eru eisini tit, og tað er bara tykkara hugflog, sum setir mørk fyri, hvørja leið tit velja, og  hvønn leiklut í lívinum tit vilja spæla.

Havið dirvið at fylgja tykkara hjørtum og dreymum og minnist til, at tað snýr seg ikki bara um, hvat tú ert, men HVØR tú ert sum menniskja.

Tit hava í dag fingið flog undir tykkara veingir, latið ikki angist fyri at detta niður,  forða tykkum í at flúgva.

Havið høgt flog og havið dirvi at taka ábyrgdina fyri tykkara egna lívi og tykkara medmenniskjum.

Og ikki minst.

Havið dirvið at standa upp fyri teimum virðum, tit trúgva uppá.

Tit eru Føroya nútíð og Føroya framtíð og má  flogið roynast tykkum væl

Takk fyri og enn einaferð hjartaliga til lukku øll somul og Harrins signing á lívsleiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo