Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Týskvøldið var borgarafundur í Kirkjubø, har ein menningarætlan fyri ferðavinnuna í Kirkjubø bleiv løgd fram.

Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Roystovuna og dúgliga varð kjakast um avbjóðingarnar og møguleikarnar í Kirkjubø.

Men tað, sum fylti einamest var ótíðarhóskandi vegurin til Kirkjubøar og manglandi bakkaverjan, sum skal verja fornminnini í Kirkjubø.

Tað er undrunarvert, at onki er hent við hesum báðum verkætlanunum, serliga tá hugsað verður um, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, ið sigur seg verja Havnina, ikki hevur raðfest hesi átroðkandi mál.

Vegurin til Kirkjubøar er ein landsuppgáva, og er tað landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum varar av hesum báðum.

Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn ein vanlukka hendir.

Kirkjubø er eitt tað mest vitjaða staðið, sum ferðafólk ynskja at vitja, og hvørt ár koyra hundratals bussar eftir hesum smala vegi, har tað er trupult at møta øðrum bilum á vegnum.

Tað er gleðiligt at vera ábøtur verða gjørdar á vegateinar kring landið, og at átroðkandi tunnilsverkætlanir verða settar í gongd, men tað er átaluvert, at onki verður gjørt innan kommunumarkið í Havn.

Sjálvt  innkomuvegurin til Havnar er strandaður í Løgtinginum og verður valla framdur av hesum landsstýrismanninum og hesum Løgtinginum.

Sama skili er galdandi fyri Bakkaverjuna í Kirkjubø.

Neyðugt er, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum traðkar í karakter, áðrenn ov seint er.

Tá fornminnini eru farin, kann tað vera líkamikið við eini bakkaverju. Tað er nú,  tað skal handlast.

Hóast bakkaverjan er landsuppgáva burturav, so vil Tórshavnar kommuna vera við til at lyfta hesa uppgávuna um tað gerst neyðugt við stuðli herfrá.

Vit síggja týdningin av at verja fornminnini í Kirkjubø, sum ikki bara hava týdning fyri fólkið á staðnum, men fyri Føroyar sum heild.

Hetta vóru eisini boðini frá borgarstjóranum í Havn, sum var við á fundinum.

Tí skal ein innilig áheitan vera á landsstýrismannin um at raðfesta bakkaverjuna og vegin til Kirkjubøar beinanvegin, áðrenn ein ólukka er hend.

Bogi Andreasen, býráðslimur
og form. í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo