Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Helvtin av mannaættini er í vandabólki av vatnflóðum, turki, ekstremum ódnum og stóreldum. Soleiðis segði António Guterres, ST aðalskrivarin, herfyri á fundi við 40 ráðharrum um veðurlagskreppuna.

1700 fólk eru deyð í hitabylgjunum í Spania og Portugal.

Helvtin av Evropa er í vanda fyri turki, og skógareldar valda í Suðurevropa.

Hitin hevur rakt 40 hitastig í London. Tað er met, og sløkkiliðið er ovbyrðað.

Bangladesj er rakt av harðligastu vatnflóð nakrantíð. “Eg havi lívið eftir, alt annað er burtur”, greiður borgari frá. Fleiri milliónir hava mist hús og heim.

Hetta er ikki ein venjing. Hetta er ikki normalt, og tað er ikki tað nýggja normala. Avleiðingarnar av stóru dálkingini av vakstrarhúsgassum gerast bert ógvusligari, um gongdin í útlátinum ikki verður vend.

Men hvar er landsstýrið? Tøgnin er larmandi, og avleiðingarnar av at einki gera eru lemjandi.

Landsstýrið eigur tí at hittast ongantíð ov skjótt og staðfesta, at vit eru í eini veðurlagskreppu. Oljuleitingar kring Føroyar eiga at steðga alt fyri eitt, og veðurlagsátøk skulu setast í verk umgangandi!

Vinarliga
Elsa Berg
vegna Veðurlagslóg Nú

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo