Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skiparin á Fulberg Arvid Petersen ringdi til mín fyrst í oktober mánaði 2019. Hann fortaldi mær, at teir høvdu fingið fitt av toski í SE kanti úti á Føroyabanka á umleið 120 favna dýpið, frá 8 gradum og SW eftir, sum ikki er vanlig toska leið. Smásteinar vóru í magunum á nógvum av toskunum. Vit tosaðu um toskurin mundi vera á veg út ella inn á bankan, men sjálvandi vónaði vit at toskurin var á veg inn á bankan.  

 

Tá Fullberg og Skoraberg høvdu fiskað í 3 døgn úti á bankanum, bleiv veðrið so vánaligt, at teir fingu ikki roynt longur á Føroyabanka, tá høvdu teir 13,5 tons av toski tilsamans.

 

Arvid sendi nakrar av steinunum til ein jarðfrøðing at kanna. Nakrir av steinunum eru granitt, sum nokk ikki eru komnir av Føroya- ella av Íslandsleiðini, men nærri kanningar blíva gjørdar fyri at staðfesta nærri, hvar steinarnir eru komnir frá. Nakrir eru basalt, sum toskurin møguliga hevur tikið inn djypri í kantinum á Føroyabanka, á veg inn á bankan.

 

Nú Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar har sæst, at nógvur stórur toskur er komin inn á bankan.

 

So globala upphitingin á bankanum er góð fyri nebbasild og gýtingarumstøðurnar hjá toskinum úti á Føroyabanka.

 

trýst her

 

MH hevði 12 tons av toski, 8.550 tons eru seld ígjøgnum uppboðssøluna.  Av tí eru 50 %  toskur 1, -     45%  toskur 2,  og bert 4%  er toskur 3. og 1 % er toskur 4. so eg veit ikki í løtuni hví, teir skriva , tað var toskur av øllum støddum.

 

les her

 

Á várið 2019 var ongin toskur á Føroyabanka. Øll vita at toskurin á Føroyabanka veksur skjótt, men hann veksur ikki so skjótt, var hann gýttur á vári 2019, so skuldi ikki alt verið toskur 1 og 2, so onkra aðrastaðni er toskurin komin frá, sum nú er aftur á Føroyabanka, tí liviumstøðurnar eru blivnar góðar.

 

Av tí fiskifrøðingarnir so ofta taka feil, er ikki lætt at trúgva tí sum teir siga. Fiskifrøðingarnir siga millum annað, at toskur ikki er djypri enn 600 metrar. Fleiri fiskimenn hava fortalt mær, at teir hava fingið tosk niðri á  900 til 1000 metra dýpi. Um onkur veit meira at  fortelja, ella um onkran sum eg kann spyrja, kunnu tit so sigi mær frá.

 

Eg havi leitað nógv á netinum og har fann eg, at ein norðmaður skrivar, toskur er heilt niður á 1200 metrar. Nú hava 2 føroyingar fortalt mær, at toskur er fiskaður heilt niðri á 1300 metrum við Grønland og tað er ikki á sama øki og 20 ár í millum.

 

aviskongen.blogspot.com/search;  

 

Nógvir fiskimenn hava upplivað, at toskurin komin inn á grunnarnar eftir nøkrum døgum, og nógvastaðni har rokfiskarí hevur verið í fleiri ár, er allur toskurin blivin vekk aftur eftir nøkrum tímum.

 

Føroysku laksaskipini sum fiskaðu laks í 1970- og 80unum, langt norðan fyri Føroyska landgrunnin, fingu eisini onkrar toskar, og onnur botnfiskasløg á línuna, sum stóð í yvirflatini, har sum dýpið er meira enn 1.000.

 

Tá fiskifrøðingarnir siga, at føroyski toskurin ikki er uppi í sjónum eftir føði og ikki er niðanfyri 600 metrar, og toskur er niðri á 1300 metrar dýpi er ikki møguleiki, at gera eina rætta stovnsmeting.

 

Eg havi leitað nógvastaðni, hvussu djúpt toskur kann fara. ICES og Wikipedia siga 600 metrar. Men serfrøðingarnir á sjónum, eru 50 ár frammanfyri, og vita meira enn fiskifrøðingarnir.

 

Fiskifrøðingar hava lisið 6-8 ferð 45 minuttir um dagin, umleið 38 víkur í 4 ár. Søgurnar frá  fiskimonnum eru fortaldar fleiri ferð í gjøgnum fleiri ættarlið, nógv er eisini skrivað niður seinasti 4 - 500 árini og finnast í fleiri bókum.

 

Fiskifrøðingarnir halda seg vita meira enn onnur, og hava læst seg fastar fyri 40 árum síðani,  og nokta fyri at toskurin flytur, men hava onga frágreiðing um, hvar toskurin kemur frá, men teir hvørki spyrja, ella lurta eftir fiskimonnum.

 

Teir vilja heldur ikki gera nakrar royndir uppi í sjónum, ella heilt djúpt eftir toski. Um teir siga at toskurin er so djúpt og til aðrar tíðir er uppi í sjónum, kunnu teir ikki gera eina rætta stovns meting.

 

Tað hevði givið nógv meira vitan, um serfrøðingarnir á sjónum fingu ½ av pengunum, sum  Havstovan fær, so kundu teir drivið skipið, sett manning, og sagt hvar royndir skuldu gerast, so høvdu teir skjótt funnið útav, um toskurin er uppi í sjónum, tá hann ikki er inni á okkara grunnum, og Havstovan kundi havt fólk umborð, sum tóku royndir av fiskinum.

 

Í Grønlandi stoppa fiskifrøðingarnir eisini jollufiskarum, tí teir halda jollufiskarinir oyða toskastovnin.

 

Kári P Højgaard fortelur 37 minuttir inni í hesi góðu sending um fiskarí og hvussu stórt havøkið hjá Grønlandi er.

 

Sí her

 

Eyðun Hansen

Vestmanna

03 04 2020

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo