Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fyri at verja. Fyri at stýra. Fyri at merkja. Fyri at tukta. Fyri at halda úti. Fyri at halda inni. Fyri at ognartaka. Fyri ikki at gerast ov stór. Fyri ikki at gerast ov lítil. Fyri at gerast ein.

Kvinnudagin 8. mars skipar Norðurlandahúsið fyri enn einum spennandi kvinnudagstiltaki við einari øðrvísi framførslu, sum setir nakrar spurningar, sum vit kanska ikki eru so von við at skula hugsa um her í Føroyum.

Collateral Damage er ein palllistasýning um hvussu innrás verður gjørd á kvinnukroppin í stríðum, sum snúgva seg um alt frá vakurleika og móta til átrúnað, mentan og kríggj. Møður bera børn fyri tjóðina, neyðtøka verður brúkt í hernaðarætlanum, og kroppar verða skornir í navni vakurleikans.

Við sýningini vevur eysturríkska-norska duoin ROHN/WÆRSTED avbjóðandi træðrir millum tjóðir og vakurleika, kríggj og stuttleika, plastikk-skurðfrøði og samleika. Sýningin liggur á markinum millum dans, sjónleik, visuella list og kynsgransking.

Eftir sýningina verður pallborðsfundur, har prátað verður um kroppin sum subjekt í mun til objekt, rættindi, sjálvsvirði, og løstan í mun til fríðkan. Hugt verður at hvussu støðan hjá føroysku kvinnuni er í mun til umheimin, og hvussu kropsfatanin hjá henni er.

Í pallborðinum verða m.a. listakvinnurnar ROHN/WÆRSTED, Katrin Kallsberg, lækni við sergrein í kvinnusjúkum og burðarhjálp, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Siri Sørensen, samfelagsfrøðingur og blaðstjóri og umboð fyri varkuleikaídnaðin. Orðstýrari verður Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu. Solveig starvast sum fyristøðufólk á Listasavni Føroya og hevur stóran áhuga fyri javnrættindum, kynsfatan og umboðan.

Collateral Damage verður í Skálanum mikudagin 8. mars kl 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo