Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Børn í Føroyum skulu hava í ríkiligt mát av kærleika, nærleika og tryggleika. Hetta sigur Løgmaður er uppskriftin til at basa rúsevnis trupulleikanum í Føroyum.

Alt gott um tað, men hevur Løgmaður nakra sum helst hóming av hví børn/ung ella foreldur rúsa seg?

Vit skulu hava sálarligt ABC, men hvør er tað, sum útførir størsta sálarliga harðskapin?

Á ráðstevnuni um at basa rúsevni í Føroyum, kom fram at almennu stovnanir eru dysfunktionellir.

Dysfunktionellir, hetta hevur eftir øllum at døma fingið nakkahárini hjá Løgmanni at reisa seg.

Vit hava fleiri instansir, sum kunnu hjálpa, men sum tað kom fram á ráðstevnuni so duga/vilja hesir instansir ikki samstarva.

Hvussu hesir stovnar arbeiða eigur ikki at vera nakað undarligt fyri Løgmann, tí hesi tingini hevur fyrrverandi Løgtingslimur í almannamálum verið vitandi um, og um viljin hjá løgtinginum var til staðar at broyta arbeiðsháttin hjá hesum stovnum, ja so hevði tað fyri langari tíð síðan verið gjørt.

Gigni hevur ábyrgdina av at bjóða heilsusystur á heimavitjan tá børn verða borin í heim. Men virkar hesin stovnur, sum ein hjálpandi hond ella er hetta ein spillandi tunga?

Um ein takkar nei til at hava heilsusystur, ja so hóttir Gigni við at senda eina fráboðan til BVT? Ein orsøka kann vera at mamman tykist so kensluborin.

Her kundi verið áhugavert at funnið fram til hvønn fakligan førleika Gigni hevur, tá tey ikki duga at síggja at ein og hvør, sum er nýklakt mamma er sera kensluborin, tí allar hormonir eru uppi at koyra.

Hetta er almen vitan, ein vitan sum hevur verið síðan tíðarrinar hav. Men hesa vitan hevur Gigni ikki.

Gigni hevur tað fatan at ein mamma uttan ta vitan, sum ein heilsusystur hevur, er ikki ein góð mamma, og tá hon takkar nei til at fáa eina heilsusystur á heimavitjan, so dugur hon ikki at síggja tørvin hjá sínum barnið.

Tá Gigni kann hótta foreldur við senda eina fráboðan til BVT, um tey ikki makka rætt, hava tey tá førleikan at útinna sítt arbeiði, tá tey ikki megna arbeiði uttan at útseta foreldur fyri sálarligum harðskapið?

Barna og ungdóms- psykiatriin vil hava BVT við inn í leikin tá børn skulu útgreinast. Alt gott um tað, tí BVT hevur myndugleikan at seta hjálpina inn.

Almannaverkið verður eisini boðið við, tí alamannaverkið hevur eisini myndugleika at seta hjálp inn.

Men tá alt kemur til alt, so er ongin hjálp at heinta, tí eingin myndugleiki vil eiga bóltin og seta hjálpina inn.

Barnið blívur ein kastibløka millum stovnarnar, tí BVT vil ikki seta hjálpina inn, sum almannaverkið kann seta inn.

Og almannaverkið vil ikki seta hjálpina inn, sum BVT kann seta inn. (Ja ein maktkampur ímillum stovnar um hvør skal gjalda)

Úrsliti verður, at hetta neyðars barn fær ikki ta hjálpina tað hevur tørv á, tí eingin vil eiga ábyrgdina av barninum.

Barna og ungdóms- psykiatriin vil heldur ikki eiga uppgávuna, so um barnið ikki er umsorganaryvirtikið, ja so sendur Barna og ungdóms- psykiartiin bara eina fráboðan til BVT. So hava tey fingið bóltin frá sær, og kunnu frásiga sær alla ábyrgd.

BVT skal eftir lógini seta alla fyribyrgjandi hjálp inn áðrenn ein umsorganaryvirtøka skal koma uppá tal.

Men hvussu ofta verður tað gjørt?

BVT hevur eftir lógini onga ábyrgd av nøkrum, men tað er Barnaverndarnevndin, sum eigur alla ábyrgd. Ein nevnd, sum ikki dugur Hv- spurningar ( Hvat, Hví og Hvussu), ella kanska ikki vil seta Hv-spurningar til BVT, tá hetta kann fáa tey at síggja at tað, sum BVT leggur fram ikki gevur tað úrslit, sum BVT vil hava tað at gera.

Barnaverndarnevndin er eitt toymi, sum eigur at tryggja at allar avgerðir, sum verða tiknar eru til barnsins besta, og eigur avgerðin ONGANTÍÐ at vera upp til BVT.

Barnaverndarnevndin tekur ALTÍÐ undir við tí sum BVT kemur við, uttan at seta Hv-spurningar.

So hetta toymið virkar ikki so sum tað er tilætla.

Men ikki tí, tað er betur fyri pengapungin hjá kommununi at ein umsorganaryvirtøka verður framd, tí tá eigur landið rokningina.

BVT hevur konstant somu úttalilsir til foreldur; gera tit ikki sum vit siga, so umsorganaryvirtaka vit børnini. (valdsmisnýtsla og sálarligur harðskapur)

Tá eitt barn er útgreinað á Barna og ungdóms- psykiatriini og kanningar fyriliggja saman við niðurstøðu hvør hjálp skal setast inn. Ja tá noktar BVT at seta hesa hjálpina inn. Tí BVT sigur seg ikki kunna seta hesa hjálpina inn, tí eftir lógini skulu tey gera sítt egna kanningararbeiði, fyri at síggja hvør tørvur er á hjálp og hvør hjálp gagnar barninum best. (og so verður barnið, allarhelst, sent aftur til Barna og ungdóms-psykiatriina, so BVT kann fáa tað kanningina tey vilja hava. Ikki undur í at bíðilistarnir bara longjast)

Hava vit so yvirhøvur tørv á Barna og ungdóms- psykiatriini?

BVT metur seg í øllum førum vera betur vitandi enn Barna og ungdóms- psykiatriin. Hetta vísur kanska einamest hvussu lítið álit hesi fakfólk hava á hvør øðrum.

Øll vísind sigur, at tá eitt kanningar arbeiði skal gerast, so gera vit tað út frá einum pástandi. Tá kanningin verður sett í verk, so eigur ein at hava í huga, at kunna avvísa pástandin, tí um tú ikki kann avvísa tín pástand, so er tað nærum 100% sikkurheit fyri at tín pástandur er tann rætti.

Men BVT setur altíð kanningar í verk við tí fyri eyga at kunna finna fram til sín egna pástand, sum ger at teirra pástandur er nærum 100 % feil.

HBVN skal eitast at vera trygdin fyri at BVT yvirheldur lógina. Men her velur HBVN at venda blinda eyga til, og somuleiðis taka undir við BVT.

HBVN fer enntá so langt at viðmæla at børn verða útlevera til dømdar pedofilar. Tá skipanin einans dugur at hótta og útføra sálarligan harðskap.

Heldur Løgmaður so tað er undarligt at vit hava ein rúsevnistrupulleika, ið bara vindur uppá seg?

Hesir stovnar halda samtíðis at teir eru alt vitandi og hini vita onki. Men tó so vilja teir ongantíð eiga nakran bólt, so okkara børn, okkara dýrabarasta GULL endar sum ein kastibløka millum allar stovnar.

Er tað tá undarligt at rúsevnistrupulleikin bara vindur uppá seg?

Sum Suni Poulsen sálarfrøðingur segði á ráðstevnuni, so er ein fortreyt fyri samstarvi ímillum stovnar, at leiðslurnar og starvsfólkini á stovnunum eru sinnað at finna nýggjar loysnir í samstarvi við aðrar stovnar.

Hann vísur enntá á, at leiðslurnar ikki vilja samstarva, tí tær vilja bara gera tað, sum er lættast, og gagnar teirra egna stovni best.

Hann vísir eisini á, at hetta eru evni, sum ikki verður tosað serliga nógv um í Føroyum. Tí velja starvsfólkini at tiga støðuna vekk, tá hesi størv ikki hanga á trøðunum.

Hevði tað ikki verið uppá sítt pláss at hesi fakfólk dugdu at taka ábyrgd?

Hevði tað ikki verið uppá sítt pláss at hesi fakfólk fingu álvarsligar fylgjur av skeivum handlingum?

Tá hesi fakfólk ikki hava førleikan at samstarva við sínar líkar, hava hesi fakfólk so førleikan at samstarva við vanlig fólk?

Ella vilja okkara fólkavaldu at BØRNINI skulu gjalda prísin?

Skulu hesi fakfólk, sum siga seg arbeiða fyri barnsins besta, sleppa at blaka børn undir bussin ferð eftir ferð, uttan nakrar avleiðingar?

Hvussu heldur Løgmaður at vit kunnu basa rúsevnistrupulleinanum, tá øll fakfólk á økinum onga sum helst ábyrgdarkenslu hava, men blaka bara ábyrgdina víðari til síðumannin?

So góði Løgmaður, tvinnir eru kostirnir, tú kann pilka alt niður og byggja upp av nýggjum ella tú kann framhaldandi lata okkara næsta ættarlið gjalda prísin, og har við tryggja, at rúsevnistrupulleikin økist, og byrðan hjá landinum bara økist.

(Hvussu skal skilið vera tá almennir og komunalir stovnar eru teir verstu til at fremja sálarligan harðskap, sum so kann føra við sær rúsevnistrupulleikar. Ja man hevur hug at hugsa tankan at tað sum vanligt er hjá okkara fólkavaldu, tóm orð og eingin handling tá tað kemur til okkara veikastu.

Hevði tað verið ein makrelur ella torskur, ja so vita vit at alt sum kundi verði gjørt, bleiv sett inn til at hjálpa.)

-Familjuhjálpin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo