Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kemur tú aðrastaðni frá og hevur fingið starv á flogvøllinum ella í einari av bygdunum og fegin vilt búseta teg her, ella bara kanna møguleikarnar fyri bústaði, so stendur tú púra ráðaleys/ur.

Tað sama er galdandi fyri borgaran í kommununi, - ungan sum eldri, ið fegin vil hava sítt egna, uttan at seta seg í stóra skuld.

Tað kann vera møðisligt ikki at vita, hvagar tú skalt venda tær. Tú skalt renna frá Peri til Pól fyri síðani at finna út av, at einki er at fáa.

Í fyrsta lagi kann kommunan eggja fólki í bygdini, ið hava eina íbúð í kjallaranum ella eini tóm hús, at leiga út og síggja til, at upplýsingarnar um hesar bústaðarmøguleikar eru atkomuligar á heimasíðuni hjá kommununi.

Í øðrum lagi eigur hon at tryggja, at fólk, sum leita eftir bústaði, ikki leita til fánýtis. Um vit vilja, at fólkatalið í kommununi skal vaksa, so er tað ein treyt, at fólk fær okkurt at búgva í.

Vit eiga at umhugsa ein meira fjøltáttaðan íbúðarmarknað til eldri, lesandi, fólk við serligum tørvi, einlig og familjur, sum heldur vilja leiga enn eiga. Og mánaðarleigan skal ikki gerast ov dýr!

Ført hevur verið fram av m.ø. Bústøðum, at sum støðan er í samfelagnum í løtuni, so gerst byggikostnaðurin ov dýrur og harvið leigan eisini. Men kommunan eigur sum skjótast at skapa karmarnar og fyritreytirnar. Hon skal vera klár við grundstykkjum og møguligum verkætlanum, so byggiharri kann fara í gongd, tá ið rætta løtan er.

Í triðja lagi eigur kommunan ALTÍÐ at hava tøk grundstykki til teirra, ið ynskja at byggja sær eini hús!

Og tey hanga ikki á trøunum í løtuni!

Aimé Jacobsen – valevni á lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo