40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum mánaðum síðani fegnaðust vit. Vit fingu kunning um, at landsstýrismaðurin í Heilsumálum ynskti at raðfesta psykiatriina við tveimum milliónum afturat á komandi fíggarlóg, har vit fingu lovað meira útgreining, viðgerð og bráfeingishjálp. Tvær millónir er ikki nógv og tað er ikki nokk. Eisini langt frá, men tað er eitt jaligt og rætt stig rætta vegin. Vit fegnaðust, tí smáu sigrarnar skulu vit eisini fegnast um, meðan vit ganga móti stóra málinum - at psykiatriska økið fær eins stóra viðurkenning og rúmd sum likamliga sjúkraøkið.

Men tá álitið hjá fíggjarnevndin kom, fingu vit ein skelk. Har vóru ætlaðar sparingar í sjúkrahúsverkinum, í Almannaverkinum, til barnavernd og felagsskapir, ið ger fyribyrgjandi og viðgerðandi arbeiði. Vit vóru ørkymlað og fyrsti tankin var “men HVAR skal so ítøkiligt sparast?”. Tí merkir tað í roynd og veru, at hasar tvær milliónirnar, ið vit fingu lovað til uppraðfesting av psykiatriini ikki koma kortini?

Seinasti árið hevur Sinnisbati fingið eitt methøgt tal av áheitanum. Omanfyri 1.000 áheitanir eru komnar inn, og satt at siga, er tað ringt at fylgja við og náa at viðgera øll innkomin mál. Nógv mál snúgva seg um avvarðandi, ið kenna seg ráðleys í skipanum, har teirra kæru, ið eru rakt av sinnisligum avbjóðingum, ikki kennast møtt á nóg góðan ella virðiligan hátt. Eisini eru metnógvar áheitanir frá ungum, heilt niður í 11  ár, ið stríðast innaní, men sum ikki kenna á seg, at tey hava eitt stað at fara við teirra tonkum og kenslum. Tað kunnu, mugu og skulu vit ikki góðtaka!

Spara tit nú, fáa tit eina avbera stóra eykarokning seinni, sum okkara børn og ungu koma at gjalda, umframt øll tey, ið longu nú hvønn dag stríðast við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum, og avvarðandi teirra.

Vit heita staðiliga fíggjarnevnd Føroya Løgtingsins um at hugsað langsigtað og síggja støðuna í síni heild.

Viðurkenning er loysnin, ikki fantom-sparingar.

Sinnisbati

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo