Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í tíðindunum í dag gráta sálarfrøðingar um at lønin er so lág at tey als ikki fara til arbeiðis.

Landsstýrismaðurin upplýsir at sálarfrøðingarnir fáa omanfyri 800 kr um tíman, “ja” svarar sálarfrøðingurin aftur “men í tímatakstinum er eisini íroknað fyrisiting, umsiting kotórhald skeiðvirksemi, sjúkradagar v.m.”

Eg havi eisini eina útbúgvin og havi eisini útreiðslur, somu sum hon nevnir, har umframt aðrar stórar útreiðslur so sum arbeiðstól fyri nógvar hundraðtúsund, goymsluútreiðslur, stórar flutningsútreiðslir, rættuliga nógva løn til fólki at koyra tey til arbeiðis, keyp og rakstur av fleiri bilum, fyri ikki at tala um tunnilsgjøld, ja listin av útreiðslum sum eg havi er rættuliga langur í mun hvat hesin sálarfrøðingurin hevur.

Tey nokta at fara til arbeiðis fyri 818 kr úm tíman.

Eg takið 380 kr um tíman og hvørjaferð eg skal skriva rokningina so haldi eg mín tímatakst vera pínliga høgan.

Tí vil eg heita á tey sum sita á landsins pengakassa, gev teim ikki eina krónu afturat.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo