Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hvat er 1.000.000.000 krónur millum vinir?

Hesa viðmerking skapti ein fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, sum eisini er fyrrverandi stjóri á Hagstovuni og fyrrverandi valevni hjá Tjóðveldi, mikið rumbul við í almenna rúminum, fyri skjótt nógvum árum síðan, tá tveir triðingar av Føroya Banka skuldu einskiljast.

Henda viðmerkingin, frá einum so tignarligum persóni, var sjálvandi tikin í ramasta álvara av táverandi samgongu, og allir serfrøðingar og viðkomandi persónar fóru alt fyri eitt í arbeiðsklæðini fyri at kanna, hvat fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum meinti við.

Tað vísti seg skjótt, at henda viðmerkingin hjá fyrrverandi formanninum í Búskaparráðnum, fyrrverandi stjóranum á Hagstovuni og fyrrverandi valevninum hjá Tjóðveldinum var tikin úr leysum lofti, og fyrrverandi formaðurin, stjórin og tjóðveldisvalevnið mátti krúpa til krossin, og viðganga, at hann einki hevði at hava hesa viðmerkingina í.

Tað vekir tí minnir hjá teimum, ið minnast millum 10 og 15 ár aftur í tíð, nú Hagstovan kemur út við einari BTÚ-uppgerð fyri 2018, sum vísir seg at vera eina milliard minni, enn tann uppgerðin, sum Fíggjarráðharrafrúan, Búskaparráðið og Hagstovan, fyri stuttari tíð síðan, hava greinað, tilrættalagt og framskrivað allan tann føroyska búskapin eftir.

Onkur heldur helst, at tað er løgið, at henda milliardin ikki skapar yvirskriftir í dag, tí Fíggjarráðharrafrúan, Búskaparráðið og Hagstovan hava samanborið bæði líkt og ólíkt av búskaparligum tølum og fyribrygdum við BTÚ, t.d. blokkin úr Danmark, sum ongan týdning hevur longur, tí nú er hann so lítil partur av BTÚ, men hvønn týdning hava 642 mió. kr. í blokkstuðli, tá ein milliard ongan týdning hevur?

Onnur undrast ikki, tí tey vita, at nú passar viðmerkingin hjá fyrrverandi oraklinum hjá Tjóðveldinum og núverandi granskari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum til pseudo búskaparfrøðina hjá Háfoss og hennara vinum.

Hvat er ein milliard millum vinir?

Tað skal so sigast, at aðrastaðni verða alskyns búskaparligir variablar samanbornir við BTÚ, sum vanliga er eitt rættiliga støðugt tal við smávegis árligum broytingum, tí aðrastaðni hava tey dagførdar BTÚ-uppgerðir í føstum prísum, og tí gevur tað meining aðrastaðni, men hetta gevur ikki stórvegis meining í Føroyum.

Í Føroyum hava vit ongar dagførdar uppgerðir, men tá ið vinirnir ikki hava størri virðing fyri føroyska búskapinum enn einum matadorspæli, hvat er tá ein milliard millum vinirnar í Tjóðveldi, í Búskaparráðnum og á Hagstovuni.

At Tjóðveldi nú byrjar at leika í um at skerja blokkin, nú samgongan stingur í sekkin, vekir eisini gomul minnir um Tjóðveldi, síðst flokkurin var í samgongu og skerdi blokkin, beint áðrenn Tjóðveldi smoygdi sær út gjøgnum hurðina, undan upptakinum, og setti seg á aftasta bonk at brúka seg og bíða eftir, at aðrir politikarar høvdu tikið upptakið og tað var klárt hjá Tjóðveldinum aftur at koma til búgvið borð.

Tjóðveldi hevur nú enn einaferð sitið við valdið í søguliga góðum tíðum, men eingin hevur hoyrt eitt kis frá Tjóðveldi um at skerja blokkin, nú flokkurin sjálvur hevur havt valdið. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo